Landsbankin og peningastovnarnir

TíÐindaskriv
Felagið Peningastovnar

Í sambandi við ætlanirnar um at leggja Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya saman leysgav Landsbankin tann 30. í farna mánað eitt tíðindaskriv, har Landsbankin tekur til orða ímóti hesum ætlanum.
Undir vanligum umstøðum er hetta neyvan eitt kjak, sum privatu peninga-stovnarnir áttu at kent trongd til at luttikið í. Av tí at peningastovnarnir eru ein partur av baklandi Landsbankans (saman við tryggingarfeløgunum tilnevna peningastovnarnir ein av limunum í umsjónar-ráði Landsbankans), og tíðindaskrivið inniheldur eina røð av útsagnum, sum kunnu hava við sær mis-skiljingar av viðurskiftum peningastovnanna, hava vit kortini ynskt at gera einstakar viðmerkingar til tíðindaskrivið.

Landsstýrið (Gjald-stovan) kann eins væl sjálv plasera gjaldføri sítt
Landsbankin ger galdandi, at av tí at politisku myndugleikarnir kunnu setast undir trýst, um hvar og hvussu tiltaksgjaldførið skal plaserast, eigur henda uppgáva at verða røkt av einum fakligum stovni utt-an fyri málsræðið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Peningastovnarnir meta hesa framseting undrunar-verda. Tað má tó metast óhugsandi, at peningastovnarnir royna at ávirka gjaldførisplaseringar lands-stýrissins við trýsti, og líka óhugsandi er, at landsstýrið letur seg trýsta. Og hvør er annars avleiðingin av fram-seting Landsbankans? Skulu so øll, sum ráða yvir yvirskotsgjaldføri, lata Landsbankanum hetta at plasera? Tað er neyvan einans landsstýrið, sum í so fall kann verða sett undir trýst?

Føroyar eru ikki ein sjálvstøðugur kredittmarknaður
Landsbankin ger galdandi, at í Føroyum er ein sjálvstøðugur kredittmarknaður (og at tað tí er høpi í, at Landsbankin ger metingar av vøkstrinum í útlánum hjá føroyskum peningastovnum sammett við vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni). Landsbankin førir fram - og hetta vekur undran millum peningastovnarnar - at hann hevur heildareftirlit við fíggjarstovnunum, og at hann hev-ur til uppgávu at hava eyguni við samlaðu lánsveitanini í samfelagnum, og at hann sostatt í góðari tíð kann virka við til at fyribyrgja búskaparkreppum.
Her ger Landsbankin seg sekan í eini misskiljing. Føroyski peninga- og lánsmarknaðurin er partur av danska peninga- og lánsmarknaðinum og hevur ver-ið tað, síðani vit í Føroyum - ógvuliga skilagott - tóku av allar bindingar á peningaflytingingum millum lond, og tóku av serligu reglurnar fyri rentuskatt. Tað hevði við sær vanlukkuligar avleiðingar fyri búskapin, at Føroyar í 1980-unum við serligum skattareglum fyrigyklaðu sær ein serføroyskan peninga- og útlánsmarknað. Hesa roynd eiga vit ikki at gera aftur.
Tað er sostatt einki høpi í, tá Landsbankin sigur, at gongdin í útlánum hjá føroyskum peningastovnum lýsir gongdina í saml-aðu lánsupptøkuni í Føroyum. Føroyingar kunnu eftir vild taka upp lán hjá útlendskum peningastovnum. At hetta kemur fyri í stóran mun vita tey, sum bara hava eitt vet av innliti í peninga- og útlánsmarknaðin.
Tað hevði tí verið ógvu-liga órímiligt - og púra uttan virknað - um Lands-bankin kom til ta niður-støðu, at útlánsvøksturin í Føroyum var ov stórur, og myndugleikarnir tí áløgdu føroyskum peningastovn-um avmarkingar, meðan útlendskir peningastovnar ótarnaðir kundu hildið fram við útlánsvirksemi sínum í Føroyum.

Er dupult eftirlit við peningastovnunum
sett á stovn?
Peningastovnarnir halda tað vera av stórum týdningi at fáa avgjørt, um eftirlitið við føroysku peningastovnunum verður framt av Fíggjareftirlitinum, Landsbanka Føroya ella Fíggjareftirlitinum og Landsbanka Før-oya í felag. Tað er neyðugt hjá okkum at vita, hvønn veg vit skulu venda antennum okkara.

Landsbankin er ikki
ein tjóðbanki
Landsbanki Føroya førir annars fram, at tað hevði verið í andsøgn til altjóða gongdina at tryggja tjóðbankum (miðbankum) størri sjálvstøðu, um Landsbankin varð niður-lagdur sum sjálvstøðugur stovnur.
Landsbanki Føroya er ikki ein tjóðbanki. Tað er einans høpi í einum tjóð-banka, um avvarðandi land hevur egið gjaldoyra. Egið gjaldoyra er ein fyritreyt fyri - við broytingum í gjaldoyrakursinum - at hava møguleika at ávirka kappingarevnini mótvegis øðrum londum. Egið gjaldoyra er somuleiðis ein fyritreyt fyri at hava møguleika at broyta rentustigið og harvið ávirka konjunkturarnar.
Danmarks Nationalbank, ikki Landsbanki Føroya, kann ávirka peningamongdina. Talan er um sisyfosarbeiði, tá Landsbankin setur sær fyri at ávirka gjaldførið í Føroyum við annaðhvørt at flyta almenna gjaldførið til ella úr landinum. Føroysku peningastovnarnir, sum eru fullgildir luttakarar á danska peningamarknaðin-um, kunnu skjótari enn snarljósið flyta líka nógvan, og meira, pening øvugtan veg.
- - - - - - - - -
Landsbanki Føroya hevur stutt og greitt ikki neyðugu amboðini til at hava møguleika at ávirka rentuna ella at føra penga- og gjald-oyrapolitikk. At Landsbankin orsakað av manglandi øðrum, og betri, uppgávum hevur sett sær fyri at hava eftirlit við føroysku peningastovnunum er ikki bara undrunarvert, tað er eisini óneyðugt.