Seinasta stevnan var á Eiði í 2019, og vóru Dansifelagið á Látrinum og Norðstreymoyar dansifelag vertir. Av tí at stóra norðurlendska dansistevnan »Havleikur« verður í Føroyum í 2022, verður landsdansistevnan longu í ár aftur.
Hesu ferð verður landsdansistevnan í Havn leygardagin 21. august, og eru tað Tøkum lætt og Dansifelagið í Havn, sum eru vertir. Upprunaliga skuldi stevnan vera 8. mai 2021, men valt varð long í vár at útseta stevnuna til 21. august, so nógv fleiri vóru liðugt koppsett.
Upprunaliga skuldi setanin av stevnuni vera á Vaglinum; men av tí at Voxbotn nú er fyriskipað sama stað um somu tíð, verður stevnan í staðin sett uttan fyri Dansifrøi av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, klokkan 17.
Síðani verður borðhald í Dansifrøi og aftaná verður dansað í Sjónleikarhúsinum. Tað er heilt góð undirtøka, og eini 350 fólk hava teknað seg, herímillum fitt av ungum fólki eisini. Lagt verður fyri við nøkrum kvæðum, ið eru sett á skrá: Brestis kvæði, Viljormur Kornus, Hoyberatátturin, Kópa kvæði, Jákup á Møn, Huldugentan, Ungdómsvísan, og síðani verður orðið frítt.
– Dansistevnan er eitt frálíkt høvi hjá teimum, ið eru áhugað í føroyskum dansi, at hittast og møta fólki úr øllum landinum – at møta gomlum dansivinum aftur eins væl og knýta nýggj vinarløg; og tað kanska serliga nú í ár, tá virksemið í nógvum feløgum hevur verið skert almikið, og eingin almennur dansur hevur verið síðani korona byrjaði at herja heimin í mars 2020. Seinast stevnan var í Havn, var í 2001, so tað eru longu 20 ár síðani, siga fyriskipararnir.