Landsdystir í Klaksvík í dag

Hondbóltur: Kvinnulandsliðið spælir í dag venjingardyst móti Stórabretlandi

Kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Stórabretlandi spæla í vikuskiftinum tveir landsdystir í Badmintonhøllini í Klaksvík. Fyrri dysturin verður í dag, meðan seinni dysturin verður í morgin. Báðir byrja klokkan 16.

 

Hetta er fyrstu fer at føroysku kvinnurnar eru saman aftur síðani EM undankappingardystirnar í Bulgaria í summar. HSF arbeiðir miðvíst við at tryggja framhaldni í landsliðsarbeiðinum, og dystirnir móti Stórabretlandi eru liðir í tí arbeiðinum. Samstundis er hetta fyrireiking til næstu stóru undankappingina, sum føroysku kvinnurnar skulu til.

 

Leikararnir hjá Stórabretlandi koma ymsastaðni frá í Evropa. Tveir spæla í Noregi, ein í Týsklandi og ein í Sveits. Hinar spæla í Onglandi.

 

Formaðurin fyri Bretska hondbóltssambandinum Paul Bray sigur, “Hetta er ein evnaríkur bólkur, sum fer til Føroya. Ein samanrenning av royndum leikarum, sum hava spælt í teimum stóru kappingunum HM, EM og OL, og so leikarum, sum eru ávegis fram”

 

Landsliðsvenjararnir, Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin hava úttikið hesar leikararnar til dystirnar:

Fríða Petersen, Neistin

Ása Dam á Neystabø, Neistin

Eir Martinsdóttir Berg, Neistin

Birita Jacobsen, Neistin

Brynja Høj, Neistin

Anna Armgarðardóttir Brimnes, Kyndil

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Bára Krossteig Hansen, Kyndil

Agnas Olsen, VÍF

Liljan Djurhuus, VÍF

Marianna Holm Jacobsen, VÍF

Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, VB

Bára Berthelsen, StÍF

Fríðrún Danielsen, StÍF

Rebekka Justinussen, StÍF

Ruth Mohr Heen, CIK Amager