Landsdystur uttan Suna

Fyri fyrstu ferð síðani 1996 verður Suni Merkistein ikki partur av landsliðsferðalagnum, tá útidystur í undankapping stendur á skránni

Tá landsliðið týsmorgunin setir kós móti Ísrael, verður hetta uttan ein tann drúgvasta partin av ferðalagnum.
Suni Merkistein hevur síðani 1996 verið at kalla fastur fúsur hjá landsiðnum. Fyrsti útidystur hansara var í Bratislava hetta árið, tá Føroyar spældu á útivølli móti Slovakia. Fram til tá vóru tað Jógvan og Magni Arge, sum vóru fastir frásøgumenn, men við stjórastarvinum hjá Magna á Atlantic Airways, varð brádliga tørvur á nýggjum makkara til eldra Arge-mannin. Og síðani hevur Suni verið mest sum fastur makkari hjá Jógvani. Somikið fastur, at hetta verður fyrsti útidysturin í undankapping síðani 1996, at Suni ikki verður annar av monnunum við mikrofonina. Í hansara stað verður tað Hilmar Jan Hansen, sum fer at siga frá dystinum saman við Jógvani Arge, so heilt fremmandar verða røddirnar í útvarpinum kortini ikki. Hetta verður annars fyrsta ferðin, at tað verða Hilmar Jan og Jógvan, sum siga frá útidysti hjá landsliðnum. Nakrar ferðir hava teir roynt hetta á heimavølli, men tær ferðirnar, sum Hilmar Jan Hansen hevur varpað frá útidystum, hevur tað hvørja ferð verið sum vikarur hjá Jógvani.