Nú er venjingarlandsdysturin hjá føroyska landsliðnum móti Thailandi aftur at finna á yvirlitinum hjá altjóða fótbóltssamgongini. Sostatt verður talan um ein FIFA skrásettan landsdyst.
Tað hevur verið óvissa um hvat fyri landsliðið føroyska A-landsliðið skal spæla venjingardyst ímóti, nú landsliðið er á venjingarlegu í Thailandi. At síggja til, so var talan um A-landsliðið hjá Thailandi, men tað var eisini ein møguleiki fyri, at tað var Olympiska landsliðið hjá Thailandi, sum er eitt U23 landslið, ið hevur møguleika at nýta tríggjar spælarar, ið eru eldri.
Brádliga var dysturin ikki at finna á yvirlitinum hjá FIFA yvir skrásettar landsdystir. Sum skilst, so hevur FSF eisini havt torført við at fáa greiðu á akkurát hvør mótstøðan er.
Orsøkin til, at tað hevur týdning um ein dystur er FIFA skrásettur er, at so telur dysturin við í FIFA styrkilistanum, og tá kann ein sigur hava týdning fyri bæði londini.
Hetta sóu vit millum annað, tá lutakastið til HM2014 undankappinginavar. Tá blivu Føroyar eftir nøkur góð úrslit styrkismet í næstveikasta bólkinum frammanfyri Wales, men tað við bara einum brotparti av einum styrkistigi.
Thailand er nummar 144 á FIFA styrkilistanum við 220 styrkistigum, meðan Føroyar hevur 151 styrkistig á 155. plássið. Siga vit, at Føroyar vinnur 1-0, so kemur landsliðið upp á 184 styrkistig, og tað er nokk til at flyta upp á 147.pláss, um hini liðini ikki fáa nakað styrkistig.
Landsdysturin millum Thailand og Føroyar verður hósdagin klokkan 12 føroyska tíð. Tað er klokkan 19 Thailendska tíð.