Komandi leygardag skulu Føroyar og Danmark dystast í styrki, tá enn ein Strong Man landsdystur er á skránni. Hetta er annað árið á rað at skipað verður fyri eini slíkari kapping, har tvey umboð úr Danmark skulu dystast ímóti tveimum føroyingum í styrki.
Føroysku umboðini eru Bogi Hammer og Bjarni Nielsen, sum blivu nummar eitt og tvey í kappingini um at gerast Føroya Sterkasti 2013.
Mótstøðumenninir eru Mikkel Leicht úr Keypmannahavn og Nicolai Hansen úr Glumsø. Teir eru ávískavist sterkasti og næststerkasti maður í Danmark. Kappingin er hørð millum teir báðar. Seinast DM var í styrki var bara eitt hálvt stig á muni.
Í fjør var eisini landsdystur millum Føroyar og Danmark. Tá vann Danmark dystin, eftir at Jákup Súni Berg bleiv skaddur.
Kappingin hesaferð minnir nógv um kappingina í fjør, tó verður landsdysturin í ár í Vági.
Suðringar elska styrki
Hesa ferð verur landsdysturin í Vági. Tað era v góðum royndum, at Bogi Hammer, fyriskipari, hevur valt at flyta landsdystin.
- Eg havi siglt við trolara úr suðri og tað er ein heilt onnur mentan, tá tað kemur til at spæla sær við styrki har. Eg plagdi eisini at fylgja Regini Vágadal, tá hann var har suðri í kapping. Hann segði, at tað vóru tær bestu, tí tað vóru so nógv fólk, sigur Bogi Hammer og leggur afturat;
- Tað er eisini ein liður í, at fáa kappingina at koma runt landið, so øll kunnu uppliva tað, sigur Bogi Hammer víðari.
Nýggj styrki á landsliðnum
Bjarni Nielsen er nýggur á føroyska landsliðnum í styrki. Hann er 25 ár og bleiv nummar tvey í FM.
- Tað er bara deiligt, at eg eisini kann blíva úttikin til føroyska landsliðið í onkrum, sjálvt um eg skuldi blíva 25 ár áðrenn tað hendi, sigur Bjarni Nielsen við einum brosið.
Bjarni hevur vant nógv seinasta árið og nú er hársniðið eisini komið upp á pláss, tí hann hevur fingið fær eitt sokallað “Mohawk” hársnið.
Bogi við gott mót
Bogi Hammer hevur sett seg tungt á heitið sum føroya sterkasti maður. Hann er ikki í iva um, at føroyska landsliðið í styrki er so gott sum ongantíð fyrr.
- Vit hava vant hart og miðvíst, og eg vil siga, at vit eru í tí besta forminum nakrantíð, sigur Bogi Hammer, sum umframt at luttaka í kappingini eisini er fyriskipari.
Kappast verður í fimm greinum: Farmers walk, tire flip, greb, power stairs og lyfta steinar á platt.
- Um so er, at menn hava nakað av styrki eftir, tá kappingin er liðug, er ætlanin at lyfta høv, sigur Bogi Hammer at enda.