Landsgrannskoðarin roknaði 7 mill. kr. við síðuna av

Í sambandi við grannskoðaðu roknskapirnar fyri almennar stovnar fyri árið 1998 verður sagt, at Landsverkfrøðingsstovnurin hetta árið hevði eina meirnýtslu uppá meira enn 8 mill. kr. Hetta hevur verið endurtikið í fjølmiðlunum og hava vit vent okkum til Landsverkfrøðingsstovnin fyri at vita, hvussu tað ber til, at stovnurin hevur kunnað sprongt ein lønarkarm uppá umleið 47 mill. kr. við heilum 8 mill. kr.

Frá Landsverkfrøðingsstovninum fáa vit at vita, at tað er Landsgrannskoðarin, sum hevur roknað 7 mill. kr. skeivt.

Veruliga meirnýtslan í lønum á sjálvari rakstrarjáttanini er 900.000 kr. Henda meirnýtsla er gjørd í samráð við Vinnumálastýrið.

-Tað, sum Landsgrannskoðarin hevur gjørt skeivt, og hetta hevur hann síðani váttað fyri Landsverkfrøðingsstovninum, er, at hann hevur tikið lønarútreiðslur í sambandi við løgujáttanir til nýgerð av vegum, havnum og tunnilsgerð við í yvirlitið fyri lønarútreiðslurnar í sambandi við raksturin av stovninum. Og har hoyra tær ikki heima verður sagt frá Landsverkfrøðingsstovninum.

Málið um grannskoðaðu roknskapirnar hjá almennum stovnum kemur ananrs til 1. viðgerð á tingi týsdagin.