Tingmaðurin, Hergeir Nielsen, løgmaður Jóannes Eidessgaard og bispur Jógvan Fríðriksson eru gestir hjá Jan Müller í sendingini á Rás2 í dag frá klokkan 13. Evnið er ólavsøkuhátíðin. Tosað verður um Ólavsøkuna fyrr og nú. Hvussu hon hevur útviklað seg og her ikki minst tann meira hátíðarligi parturin við gudstænastu, skrúðgongu og tingsetan.
Nakað eftir klokkan 14 eru tveir nýggir gestir í studio í Miðlahúsinum. Teir eru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og fyrrverandi borgarstjórin Jan Christiansen. Teirra uppgáva er at siga okkum jaligt um hvør annað og lata hvørjum øðrum eina ólavsøkugávu.