Landskappingin er til sølu

Møguleikarnir fyri at sjónvarpa landskappingardystir eru betri nú, enn teir higartil hava verið

INNTØKUMØGULEIKAR

Pengar skulu til, og tað er stríggið at fáa inntøkur til vega. Hetta eru veruleikar, sum øll tey, ið hava ábyrgd í ítróttarfeløgum og ikki minst fótbóltsfeløgum, eru greið yvir og arbeiða út frá.
Á fundinum leygardagin vórðu tveir møguleikar nevndir, sum í framtíðini kunnu fara at bera størri inntøkur til føroyskan fótbólt við sær.
Annar møguleikin er, at landskappingin skal seljast til ein høvuðsstuðul, og hin er beinleiðis sjónvarping frá landskappingardystum.
Í Danmark eitur landskappingin í bestu deildini SAS ligan. Í Noregi eitur hon Tippeligan, og í Íslandi eitur hon Landssimadeildin. Hondbóltskappingin er fyri stuttum seld til SunSet og Atlantsflog, og nú verður hugsað um at selja landskappingina.
Tað hevur áður verið tosað um henda møguleikan, men hann er ongantíð vorðin til veruleika. Á fundinum leygardagin vísti Óli Holm, formaður í FSF, á møguleikan, sum tað verður hugsað um í FSF. Hann nevndi einki um, at FSF er í samráðingum við møguligan stuðul.

Sjónvarpingin
Í sjónvarpinum er so nógv av fótbólti at síggja, sum tað ongantíð áður hevur verið. Higartil hevur tað burtursæð frá landsdystum ikki verið møguleiki fyri at síggja føroyskar dystir. Nú er møguleiki fyri hesum.
FSF hevur sjónvarpssáttmála við Sport-Five, og hetta felagið hevur bjóðað FSF útgerð at taka dystirnar upp við.
FSF er áhugað í tilboðnum. Enn er einki avgjørt, men møguleikin verður snaraður, at tað skal sjónvarpast frá einum dysti í hvørjum umfari.
Eingin ivi er um, at áhugin fyri at lýsa kring vøllin fer at økjast, tá ið meiri verður at síggja frá fótbóltsvøllunum í sjónvarpinum. Hetta fer so aftur at hava við sær, at møguleikarnir fyri størri inntøkum hjá feløgunum fara at økjast, og tí er ikki at undrast á, at feløgini vísa møguleikanum fyri beinleiðis sjónvarping stóran áhuga.