Landskassin

Í farna mánað var løgtingsmál um blokkstuðul til heilsuverkið, almannaverkið og serforsorgina til viðgerðar

Til tíðir var orðadrátturin frá tingsins røðarapalli á so lágum støði, at einki mark var millum andborna tjóðskaparkenslu og fáfongda nationalismu. Heimskendi rithøvundurin og humanisturin Stefan Zweig – Janus Djurhuus og hann vóru javnaldrar, føddir í 1881 – skrivaði klassiska bókmentir eitt nú bókina Die Welt von gestern, umsett á donskum til Verden af i går.

Fyrst í bókini lesa vit: ”Jeg har set store masseideologier vokse frem og udbredet for mine øjne: Fascismen i Italien, nationalsocialismen i Tyskland, bolsjevismen i Rusland og frem for alle ærkepesten nationalisme, som har forpestet vor europæiske kulturs blomsterfylde.” Hann var sera høgt í metum eisini í sínum heimlandi, men av tí at hann var av jødiskari ætt, varð hann frá 1933 jakstraður av sínum egna við nationalismu pestfongda fólki, til hann og kona hansara í útlegd at enda tóku lívið av sær í 1942. Ein annar heimskendur í útlegd, Albert Einstein, skal hava sagt, at nationalisma er ein hættislig barnasjúka. Onkur hittinorðaður vil vera við, at nationalisma er degenererað tjóðskaparkensla.

Nationalisma við oratoriskari orku er trupul at verja seg ímóti.

Sum kunnugt lækkaði ríkisstjórnin tann 1. januar 2002 blokkin við 366 milliónum, tí landsstýrið og Løgtingið høvdu gjørt av at yvirtaka skúlaverkið og almenna forsorg, og samstundis skuldi prístalsviðgerð av restini av blokkinum – 630 milliónir – steðga í fimm ár eftir boðum frá landsstýrinum. Hesar 630 milliónirnar eru sambært lógum og avtalum frá 1987

oyramerktar til heilsuverkið, almannaverkið, serforsorg og Havrannsóknarstovuna.

Tað hevur almennan áhuga at vita, hvussu blokkurin og freistin ikki at prístalsviðgera

hann nú í 7 ár hevur ávirkað landskassan, sum er sjálvt nervatyssið í landsins húsarhaldi.

Frægasti mátin at gera hetta uppá, man vera at nærlesa landskassans ársroknskapir 5 ár

undan og 5 ár eftir 1. januar 2002:

1997-2001

Inntøkur:

Skattir og avgjøld uml. 12 mia.

Blokkurin ” 4.7 ”

Nationalbanken ” 0.1 ”

Samanlagt ” 16.8 ”

Útreiðslur:

§§ 1-15 ” 12.6 ”

Løgur ” 0.7 ”

Rentur ” 1.2 ”

Samanlagt ” 14.5 ”

Eftir hesum hevði landskassin í 1997-2001 eitt rakstraravlop upp á 2.3 milliardir.

Í 1998 strikaði ríkisstjórnin 900 milliónir av landskassans skuld til ríkiskassan. Upphæddin

er ikki við í rakstraravlopinum upp á 2.3 milliardir.

2002-2006

Inntøkur:

Skattir og avgjøld uml. 15 mia.

Blokkurin ” 3.2 ”

Nationalbanken ” 0.1 ”

Samanlagt ” 18.3 ” (18.267)

Útreiðslur:

§§ 1-15 ” 16.7 ”

Løgur ” 1.2 ”

Rentur ” 0.4 ”

Samanlagt ” 18.3 ” (18.274)

 

 

 

 

 

 

Eftir hesum hevði landskassin í 2002-2006 eitt rakstrarhall upp á 7 milliónir.

Tann ógvisliga broytingin frá rakstraravlopi til rakstrarhall er orsakað av blokkniðurskurðinum

og steðginum av prístalsviðgerðini. Hallið í 2002-2006 hevði verið hundraðtals milliónit størri, um Løgtingið íkki gjørdi nýggjar inntøkulógir í 2005.

Niðurfrysting av blokkinum: skerd fígging til almanna- og heilsuverkið.

Við støði í prístalsviðgerðini av blokkinum í 1997-2001 ber til at siga, at í tíðini 2002-2006 varð

blokkfíggingin við ongari prístalsviðgerð til almennar pensiónir, heilsuverkið og serforsorg skerd við umleið 100 milliónum.

Av tí at umrøddu málsøki ikki eru yvirtikin av Løgtinginum, eru tey fíggjað við blokkinum við

50% (t.d. sjúkrahúsini og almennar pensiónir) og í onkrum føri við 100% (t.d. Ríkishospitalið og

sjúkrakassarnir), men hóast hetta, so gav landsstýrið ríkisstjórnini boð um ikki at prístalsviðgera

ríkiskassans fígging av hesum málsøkjum í fimm ár frá 1. januar 2002 at rokna.

Ein mynd: Tá ið myndugleikin er varugur við, at ávís fólk ella feløg volda landskassanum

peningamiss eitt nú við smugling ella skattasviki ella øðrum óreglusemi, verða tey revsað, sum

vituligt er, tí slíkt er kriminelt. Men tá ið politikarar volda landsskassanum peningamiss, sum í

hesum føri nú meira enn 100 milliónir, er tað ikki kriminelt, tí avtalan frá 1987 um at

prístalsviðgera blokkin varð av landsstýrinum steðgað (stillet i bero) í fimm ár tann 1. januar

2002. Men nú eru 7 ár runnin, og framvegis liggur dagføringin av fíggingini til ta føroysku

vælferðina sum lús millum tvær negl.

Ein onnur mynd: Dóms- og løgreglumál eru heldur ikki yvirtikin. Duga vit at ímynda okkum

avleiðingarnar, um landsstýrið gav ríkisstjórnini boð um ikki at prístalsviðgera hesi málsøki

í 7 ár?

Skuld við upptiknum lánum.

1. januar 1997 skyldaði landskassin í upptiknum lánum 6.5 milliardir, tað mesta til ríkiskassan,

men við vælvild frá bróðurhond strikaði ríkisstjórnin 900 milliónir í 1998.

1. januar 2002 var skuldin komin niður á 4.6 milliardir.

1. januar 2007 var skuldin komin niður á 2.7 milliardir. Av hesum er eitt rentu-og avdráttarfrítt

lán frá ríkiskassanum upp á eina hálva milliard. Aftur bróðurhondin.

Tøkur peningur.

1. januar 1997 hevði landskassin tøkan pening upp á 916 milliónir.

1. januar 2002 hevði landskassin tøkan pening upp á 2.6 milliardir.

1. januar 2007 hevði landskassin tøkan pening upp á 1.5 milliardir.

.

Hesi samanstúvaðu tøl, sum ikki kunnu koma óvart á relevantar persónar, gera tað gjørligt

hjá vanligum fólki – tær og mær – at meta um, hvussu umstøðurnar hjá landsskassanum broyttust

tann 1. januar 2002.

Nakrir løgtingsmenn duga at lesa skriftina á vegginum. Tað er ikki lukkuligt, um fíggjarstøðið

undi okkara vælferð fer at rilla. Tað skerst ikki burtur, at fíggingin – blandið ikki saman við játtan – til her umrøddu málsøki við fullum vilja eru munandi skerd, og hetta hóast givin gylt lyfti um nakað

heilt annað upp undir seinasta løgtingsval.

Fyrr var tað soleiðis, at Løgtingið og landsstýrið ansaðu væl eftir, at játtan og fígging hingu

saman sum í ertnahami.

Undirritaði hevur áhaldandi skrivliga og munnliga gjørt vart við hættisligan almennan politikk við støði í villleiðandi ósannindum um blokkstuðulin, sum, sambært lógum og kunngerðum, var og er ætlaður til fígging av teimum bleytu virðunum í okkara vælferðarsamfelag. Tað var als ikki blokkurin, men Løgtingsins lóggeving og politisk fyrisiting, sum rendu Føroyar á heysin í 1992. Skrivingin hevur verið sum at sletta vatn á gás. Í øðrum londum er upplýsandi, objektiv, revsandi pressa treyt fyri vælvirkandi demokrati. Tað ger munin.

 

Í Weekendavisen í farnu viku skrivar Sólveig Gunnarsdóttir um ræðandi óskilið í Íslandi:

” Pludselig står vi med korruption, magtens arrogance og nød… Der er udsigt til ødelagte familier, ødelagt vælfærdssystem…” (!!) ”… og hvor almindelige mennesker som dig og mig snart skal tigge om mad til vores børn hos mødrehjælpen…...”

Nær fara vit, les: ein meiriluti á Løgtinginum, at stinga hond í egnan barm og síggja tann sanna veruleikan í eyguni?