- Tað verður neyðugt at breiðka um skattagrundarlagið við umhvørvisgjøldum, tilfeingisskatti og øktum skatti á
Tað segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins í formansfrágreiðing síni á Landsstevnu floksins í morgun. Hann vísti á, at tað verður ein avgerandi avjóðing at framtíðartryggja búskapin.
- Men tað verður ikki sum at siga tað, legði hann afturat.
Hann staðfesti, at vit hava í løtuni eitt metstórt hall upp á einar 800 milliónir krónur og útlitini fyri einum bata, eru ikki av teimum allarbestu
- Nýggjasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum sigur, at neyðugt er við munagóðum tiltøkum á bæði útreiðslu- og inntøkusíðuni á fíggjarlógini. Ráðið sigur, at um útreiðslurnar árliga minka við 2%, og inntøkurnar árliga veksa við 3%, so fáa vit ikki javnvág og yvirskot fyrr enn í 2014.
- Um útreiðsluvøksturin hinvegin næstu árini verður 2%, og tað er munandi minni, enn hvat hann vanliga hevur verið seinnu árini, og inntøkuvøksturin 3%, so hevur landskassin økt skuldina meira enn fýra milliardir krónur í 2015.
- Tí verður neyðugt at taka upp hesar trupulleikarnar. Her hugsi eg um serliga mongu stuðulsskipanirnar, inntøkutrygdina, manglandi tillagingar, tá ríkisstuðulin varð lækkaður, manglandi tillagingar, tá skattalættar vórðu givnir, stuðulin til rentuútreiðslur, Dis- skipanin, sjómannafrádrátturin o.a.
- Tað verður neyðugt at fáa gjørt nakað við alt hetta, legði hann afturat.
Hann segði, at hin stóri trupulleikin í okkara er, at inntøkusíðan á fíggjarlógini er alt ov veik.
- Borgarliga uppskriftin er at skrúva allar útreiðslurnar niður, men tað letur seg ikki gera, um vit skulu tosa um eitt nýmótans vælferðarsamfelag. Útreiðlsurnar til rakstur av eitt nú sjúkrahúsum ella skúlum kann ikki bara skrúvast upp og niður, hóast vit sjálvandi skulu ansa eftir, at vøksturin á útreiðslusíðuna ikki má sleppa at vera ótálmaður.
- Tað, sum ger inntøkusíðanu veika, er, at vit vit hava ikki havt vilja til at lata onnur gjalda enn tey, sum hava lønarinntøkur. Vit hava ótrúliga lítlan vilja til at seta aðrar inntøkur í verk enn tær, sum eru beinleiðis knýttar at lønarinntøkunum. Og skarin av lønmóttakarum hevur verið sterk minkandi við skipanum sum DIS og FAS. Hetta ger so eisini tað, at trýstið á eftirverandi lønarinntøkur verður alt ov stórt. Hægsti marginalskattur hjá okkum er yvir 60% í teimum kommunum við hægsta skattaprosentinum. So henda skrúvan kann neyvan skrúvast so nógv meira, uttan við tí avleiðing, at fólk flyta burtur.
- Tað verður tí eisini neyðugt at breiðka um skattagrundarlagið, og tað vil uttan iva gera skattaskipanina meira sosiala og samhaldsfasta. Her hugsi eg serliga um møguleikan, sum verður brúktur í øðrum londum eitt nú við skatting av tilfeingi, sum tað almenna letur ókeypis, og sum onnur kunnu vinna stóran pening av.
Men hann hugsaði eisini um tað órímiliga í, at vit ikki tora at skatta vanligan vinning, sum samfelagið hevur skapt og hann hugsaði um umhvørvisgjøld.