Jørgen Niclasen, tingmaður
Bummgjaldið til Norðoyartunnilin er bert at rinda Norðaoyartunnilin við og somuleiðis við Vágatunlinum. Tá tunlarnir eru útgoldnir, verður ókeypis at koyra. Somuleiðis verður við Skálafjaratunnlinum. Men við Sandoyartunnilin verður nakað ørvísi. Ferðslan verður væl minni, og tí kann tað ikki løna seg at krevja inn bummpening. Tí má landsskassin rinda.
Tað kann ikki koma upp á tal at senda eina skattarokning út til nøkur ávís fólk í landinum, í hesum føri brúkarnar av báðum undirsjóartunlunum. Tunlarnir skulu ikki verða pengamaskinur at loysa ósemjur í Tjóðveldisflokkinum.
Akfør rinda kostnaðin í dag
Akfør rinda skrásetingargjald, MVG, avgjøld á brennievni og vegskatt til landskassan. Leggja vit tey tølini saman, rinda akfør væl tað sum viðlíkahald og útbygging av vegakervinum kosta. Sandoyartunnilin er fyrsta stigið suðureftir. Málið er at binda Suðuroynna í miðøkið eisini.