Hesi næstu árini skal landskassin rinda heilar 3,4 milliardir í pensjónum til tænastumenn.
Tað vísir ein uppgerð, Fíggjarmálaráðið hevur gjørt.
Fíggjarmálaráðið hevur havt serfrøðing at gera upp, hvussu nógv, landskassin noyðist at rinda í pensjónum til tænastumenn
Úrslitið er 3,4 milliard krónur.
Her eru pensjónirnar til politikarar ikki taldar upp í.
Tað verður ikki liðugt at rokna tær út fyrrenn seinni í ár.
Gjørt verður kortini vart við, at, hvussu stór upphæddin er, valdast alt um rentustøðið, so talan kann bæði verða størri ella minni upphædd.
Kortini verður lagt afturat, at útrokningin er varislig og kann minka
Í uppgerðini er roknað við eini uppgerðarrentu á 1%.
Rentan er roknað sum munurin millum tað avkastið, sum lívstryggingarfelag hevði kunnað fingið burturúr og mettu lønarhækkanina í tíðarskeiðinum.
Í staðin fyri at seta fólk í tænastumannastarv og binda seg til at rinda eftirløn, tá ið tey fara úr starvi, verða flestu alment settu starvsfólkini í dag sett sambært sáttmála.
Tá ið starvsfólkið so fer úr starvi, er landskassin leysur av eftirlønarskylduni og starvsfólkið fær sína eftirløn frá lívstryggingarfelagnum.??
Hetta hevur havt við sær, at talið av tænastumonnum í starvi er minkað munandi seinastu árini, serliga av tí at landið er givið at seta tænastumenn á skúlaøkinum í 1997 og á serstovnaøkinum í 2006.
Talið av ársverkum hjá tænastumonnum í starvi er 442 í ár sammett við 489 í 2009.
Hinvegin er talið av persónum, ið fáa tænastumannaeftirløn útgoldna vaksið, og var um ársskiftið 598 fólk.?
At færri verða sett sum tænastumenn, ger at eftirlønarskyldan samanlagt minkar, men sæst hetta ikki aftur í útgoldnu tænastumannaeftirlønunum, fyrr enn um 15-20 ár, tá ið síðstu tænastumenninir á skúlaøkinum og serstovnaøkinum verða eftirløntir.
Tilsamans skal landskassin rinda 93 milliónir um árið í tænastumannapensjónum, men hetta talið fer at hækka munandi hesi næstu árini, heilt upp í einar 200 milliónir um árið um eini 10-12 ár, vísir ein meting, men so upphæddin at minka aftur