Allir føroyskir tunlar skulu setast í pant fyri at útbyggja samferðslukervið í Føroyum
Tað er ein máti at útvega skjóta fígging til at útbyggja samferðslukervið fyri, heldur Janus Rein, tingmaður fyri Framsókn.
Løgtingið hevur umrøtt møguleikan at gera álvara av ætlanini at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.
Í hesum sambandi heitti Janus Rein á løgtingið um at hugsa nýtt.
- Tað er ein langdrigin tilgongd at seta eitt sindur av hvørt ár og so rinda kontant. Skal hetta verða framferðarhátturin, dugi eg ikki at síggja fyri mær, nær fast samband verður í Sandoy, fyri at nevna eitt dømi.
- Men verða allir tunlar í landinum lagdir í eitt felag, hava teir eitt stórt pantsetingarvirðið, sum kann brúkast at útvega bíliga fígging við, tí við øllum tunlunum í panti, verður rentan bíligari.
Hann dugir ikki at síggja nakran vanda í, at alt slíkt dettur niðurfyri so at panthavarin endar við at eiga allar tunlar í landinum.
Hann heldur, at ein annar máti er at leggja eitt avgjald upp á tvær krónur á alt bensin og alla diesel olju, sum verður seld til bilar.
- Tað gevur landskassanum eina inntøku upp á 60 milliónir um árið og tað er ikki óhugsandi, at tað ber til at forrenta eina milliard upp á hendan mátan.
Eisini soleiðis ber til at útvega fígging, samstundis sum tað hevði havt góða ávirkan á Co2 útlátið, tí fólk høvdu hugsa um at keypt orkusparandi bilar.
Samstundis fara tey at rinda mest, sum koyra mest.
Annars heldur Janus Rein, at eftirlønargrunnarnir eiga at verða nógv virknari í royndunum at byggja samferðslukervið út, tí har er ein stórur pengatangi at taka av.