Landskrona varð nærum endurtiki

Grazer AK kom til Føroyar uttan at ivast í sigrinum, men eftir 94 minuttir á Tórsvølli mundu teir prísa sær lukkuliga fyri, at teir hóast alt fingu ein javnleik við sær heimaftur

 

UEFA-Cup


Tað er ikki frítt, at føroysku liðini hava staðið seg betri í europeiskum høpi í ár, sæð í mun til undanfarna ár. Tá taptu øll tey føroysku umboðini umboðini sínar dystir, men longu undan teimum báðum dystunum í gjár, høvdu føroysk lið tryggjað sær tvær javnleikir. Fyrst B86 móti Lokeren niðri í Belgia, og síðani VB á heimavølli móti Slavia Mozyr.

Hóskvøldið átti HB so tørn, og tá alt kom til alt, var tað um reppið, at havnarmenninir megnaðu at skapa eina veruliga sensatión. Tað var nevnliga ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at tað eydnaðist mótstøðumonnunum úr Eysturríki at skjóta seg upp á javnt móti einum HB liði, sum allan dystin sýndi ein framúr góðan stríðsvilja.


Varlig byrjan

Vónirnar undan dystinum vóru annars ógvuliga blandaðar. HB hevur ikki staðið seg so øgiliga væl hetta kappingarárið, og tá liðið so eisini mátti vera vanliga liðskiparan, Rúna Nolsøe og málverjan, Bárð Johannesen, fyri uttan, sá av álvara svart út. Summi gingu enn tá runt og óttaðust eitt veruligt skrædl, tá farið varð á vøllin.

Grazer AK hevði longu undan dystinum givið til kennar, at teir helst fóru at spara nakrar av vanliga føstu leikarunum á liðnum, men hinvegin var lítið at ivast í, at teir ellivu, sum fóru á vøllin, vóru ríkiliga sterkir til havnarmenninar.

Tað var eisini eyðsæð, at heimaliðið so avgjørt ikki hevði ætlanir um at leypa framav fyrstu løtuna. Við stórum denti á verjuspælið høvdu teir skipa seg í eini 4-4-2 uppstilling, sum ofta tók skap til 4-5-1, og fyrstu løtuna av dystinum royndu teir bara at finna útav, hvussu teir skuldu byrgja upp fyri mótstøðumonnunum.

Grazer hinvegin spældi sera framrættað frá fyrsta bríkslið. Við at flyta vongverjarnar í báðum borðunum langt niðan á vøllin, varð roynt at leggja stórt trýst á HB verjuna, umframt at teir við at veksla spælið úr síðu í síðu royndu at fáa HB-miðvøllin at renna seg moyran.


Stóðu væl

Hetta fyrra ? tað at leggja trýst ? eydnaðist so at siga ongan tíð hjá Grazer. Tað seinna eydnaðist rættiliga væl í byrjanini av dystinum. Teir á miðvøllinum hjá HB runnu nógv eftir bóltinum, men so við og við funnu teir líka sum útav, hvussu teir skuldu skipa seg í verjupartinum. Teir stóðu alt betri á miðvøllinum, og heldur enn at tuska aftur og fram alla tíðna, funnu leikararnir síni øki at dekka, og so høvdu teir aloftast lítlar trupulleikar av at umstilla seg, tá skiftini komu.

Framrættaða Grazer spælið tóktist eisini at kunna koma HB-monnunum til góðar, tó at teir ikki fingu skapt sær nakrar veruligar møguleikar fyrstu løtuna. Holini aftan fyri framskotnu borðini vóru ofta gapandi stór, og serliga í vinstra borði gav hetta gott pláss.

HB fekk eisini nakrar ferðir leikt seg ígjøgnum, í síðunum, og meðan tað at byrja við aloftast endaði við, at Rógvi og Bárður vóru ov einsamallir á toppinum, so komu teir spakuliga longur niðan á vøllin, sum hálvleikurin leið, tó at teir fyri tað mesta løgdu dent á, at einki varð offrað í verjupartinum.

Veruligar møguleikar gjørdist talan tó framvegis ikki um. Allan Mørkøre sendi eina perlu av einum frísparki innfyri, men tíverri var ein mótstøðumaður fyrst á, og tá Rógvi ta einu ferðina vann luftbólt móti eysturríkska málverjanum, metti dómarin, at Rógvi hevði gjørt fríspark, hóast tann dómurin væl kann diskuterast.

Hinvegin var sjáldan veruligur vandi á ferð. Tað nærmasta Grazer kom einum opnum møguleika, var tá Pól N. Joensen í HB málinum var ótryggur í beinunum, tá ein afturlegging kom (ein veikleiki, sum tíverri eyðkennir alt ov nógvar føroyskar málverjar), men málverjin fekk tó í samstarvi við Janus M. Joensen beint bóltin út til innkast.


Bárður svaraði aftur

Var fyrra umfarið av tí meira deydliga slagnum, so kom veruligt lív í dystin seinna umfarið.

Venjarin hjá Grazer mundi vera alt annað enn nøgdur um spælið, og ein avleiðing av hesum varð, at hann setti toppskjúttan hjá liðnum, Akwuegbu, á vøllin, og fyrsti løtuna var líkt til, at teir nú veruliga fóru at herseta HB brotsteigin.

Fyrstu ávaringina fekk HB eftir tveimum minuttum, tá Tutu skallaði úr stuttari fjarstøðu, men Pól í málinum vardi tó fyri.

Grazer fluttu enn meira fólk niðan á vøllin, og meðan teir at kalla bert bíðaðu eftir einum máli, svaraði Bárður Mortansson at kalla einsamallur aftur. Rói Árting sparkaði burtur í verjustøðu, Bárður vann bóltin í nærdysti, og Adolf Hütter sá sær ikki annan møguleika enn at steðga HB-áleyparanum óregluliga.

Gult kort og fríspark úr 20 metrum vóru úrslitini av hesum. Bárður tók sær sjálvur av sparkinum, og við einum perfektum skoti bendi hann bóltin upp um múrin og niður við nærmastu stong.


Ferð kom á

Málið loysti veruliga upp fyri dystinum. Sum nevnt, var fyrri hálvleikur ógvuliga fátækur, hvat málmøguleikum viðvíkti, men nú tóktist veruligt lív at koma í.

Eysturríkarar vaknaðu sum við kaldan dreym, og næstu løtuna tóktust teir eisini veruliga skelkaðir. Allan og Bárður mundu sloppið leysir, men onkursvegna hálvgum datt ein veruspælari um bóltn, tá Allan skuldi geva seinastu sendingina. Løtu seinni fekk HB tó eina ávaring um, at mótstøðumeninir kanska vóru groggy, men als ikki slignir knock-out, Hütter varð leiktur púra leysur í brotsteiginum, men misnýtti skammiliga úr sjey metra fjarstøðu.

Hetta forskrekti tó ikki heimamenninar, og løtu seinni fekk Bárður aftur áskoðarafjøldina upp at kóka. Av brotsteigarmarkinum vinstru megin sendi Hallur ein bólt upp um verjuna, og í fullari ferð heilfluktaði Bárður bóltin niður móti handara horninum uttan møguleika hjá málverjanum at verja fyri. Støðan var nú 2-0 til HB. Føroysku áskoðararnir vóru á gosi, meðan teir eysturríkararnir, sum høvdu ferðast longu leiðina sum áskoðarar neyvan trúðu sínum egnu eygum. Frásøgumaðurin á einari eysturrískari radiostøð hoyrdist vónbrotin tosa um eina endurtøku av Landskrona, samstundis sum hann mutlaði okkurt um, at Bárður Mortansson var ein nýggjari útgáva av Torkili Nielsen.


Kostaði

Skal ikki staðfesta, um talan var um ovfarakæti, sum kostaði HB sigurin, men í øllum førum var talan um tvey sera óneyðug mál, sum fingu eysturríkarar upp aftur á javnt, og eisini høvdu tey tað til felags, at tey komu um júst tað mundi, tá tey ikki skuldu koma.

Beint eftir at HB hevði skotið seg upp á tvey mál, svaraðu eysturríkarar aftur, og var málið úrslit av tveimum mistøkum í HB verjuni. Fyrst var Eyðun Fjalsbak alt ov passivur, tá bólturin varð skiftur yvir í hansara síðu. Heldur enn at leggja trýst á, áðrenn vongurin hevði móttikið bóltin, valdi hann at bíða, soleiðis at bólturin at kalla ótarnaður kundi leggjast innfyri. Innleggið ferðast móti handaru stong, og Janus M. Joensen helt helst ikki, at vandi var á ferð. Í øllum førum lat hann bara bóltin fara, hóast hann væl hevði kunnað longt út til horna, og úrslitið varð, at Akwuegbu við innaru síðuni kundi flukta í málið.

Hóast málið, so ressaðist HB liðið aftur. Teir høvdu so avgjørt ongar ætlanir um at missa sigurin, og við einum framúr góðum stríðsvilja hildu teir áhaldandi fast í eysturríkarunum. Teir tvingaðu teir at virða verjuskyldurnar, so ikki alt ov nógv varð tveitt fram, og hetta gjørdi eisini, at HB fekk flutt liðið einar 10 metrar longur niðan.

Taktikkurin sá eisini út til at eydnast, tí tá farið varð um teir 90 minuttirnar, var HB framvegis á odda, men tá helvtin av teimum fýra eyka minuttunum vóru farnir, gekk galið. HB verjan var alt í verðini ov passiv, tá Akwuegbu kom sær oman í brotsteigin við bóltinum, og eftir at hava spælt smáspæl endaði alt við, at nigerianski álopsmaðurin gjørdist somikið leysur (hóast nógvir reyð/svartir vóru í brotsteiginum), at hann ikki hevði stórvegis trupulleikar av at smekka í kassan.


Liðið og einstaklingar

Í so máta gjørdist javnleikurin sjálvsagt eitt vónbrot fyri HB, men tað skerst tó ikki burtur, at talan var um eitt framúr gott úrslit.

Eitt úrslit, sum fyrst og fremst varð bygt á eitt liðavrik, har allir stríddust fyri øllum, men hóast hetta, so slepst ikki undan, at nakrir leikarar vóru sjónligari enn aðrir. Bárður Mortansson kom sjálvandi í fokus við sínum báðum málum, og yvirhøvur spældi hann ein stak góðan dyst, sum millum annað kostaði gult kort til báðar eysturríksku miðverjarnar.

Tað var tó sera hugaligt at kunna staðfesta, hvussu sterkir tveir av landsliðsmonnunum hjá HB stóðu í myndini. Rógvi Jacobsen hevur neyvan leikt betri fyri HB enn tað sama. Vann nógvar nógvar nærdystir, megnaði at halda bóltinum, og blandaði seg yvirhøvur í eina ótrúliga rúgvu av tí, sum gekk fyri seg á vøllinum.

Allan Mørkøre er kanska ikki landsliðsmaður í løtuni, men verður hetta støðið framyvir, er ilt at finna eina umbering fyri, hví hann ikki skal koma á aftur landsliðið. Hann var partur í flestum av HB álopunum, og í høgra miðvallarborði var hann nærum einaráðandi í sínari síðu. Tað, sum kanska imponeraði mest við avriki hansara var tó, hvussu væl hann megnaði at hjálpa til á sentrala miðvøllinum, uttan at hetta kostaði í síðuni, og so sást tað eisini á øllum brøgdum, at her var ein maður, sum hevur verið partur av yvir hálvt hundrað altjóða dystum.

Aðrir kunnu eisini nevnast, men sum sagt, so var talan um eitt liðavrik, sum tó varð kryddað við teimum hjá einstaklingum. Bert spell, at talan ikki gjørdist um ein sigur.

Niðurstøðan er tó, at HB neyvan vinnur seg eitt umfar longur fram, men líka mikið hvussu úrslitið verður á útivølli, so tænti avrikið á heimavølli føroyskum fótbólti til stóran sóma, og tað eigur HB rós uppiborið fyri.


Dysturin í tølum:

HB-Grazer AK 2-2 (0-0)

1-0: Bárður Mortansson, 51

2-0: Bárður Mortansson, 58

2-1: Akwuegbu, 59

2-2: Akwuegbu, 90


HB: Pól N. Joensen ? Eyðfinn Fjalsbak, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Hallur Danielsen, Rói Árting, Høgni M. Joensen ? Rógvi Jacobsen (Ransin N. Djurhuus, 86.), Bárður Mortansson (Rúni Nolsøe, 90.)


Grazer AK: Scranz ? Akoto, Hütter, Bazina, Dmitrovic ? Standfest, Milinkovic (Akwuegbu, 45.), Kulovits, Amerhauser ? Isabella, Tutu


Gul kort:

HB: Pól N. Joensen, 72.

Grazer AK: Hütter, 51., Kulovits, 66., Aufhauser, 80.