Fótbóltur
Hóast hann ikki var í hópinum, tá sigurin móti Eysturríki varð fingin til høldar, so verður Jákup Mikkelsen oftani sagdur at vera einasta sambindingarliðið millum landsliðið tá og nú.
Ofta hevur dagsins landslið eisini verið sammett við tað, sum skapti undrið í Landskrona, men Jákup Mikkelsen heldur ikki, at hetta er nakað, sum hevur tyngt menninar á liðnum í dag.
- Tað haldi eg ikki. Um nakað, so eru vit kanska eitt sindur keddir um, at vit verða sammettir við tað liðið. Tí vit eru allir stoltir av tí, sum teir framdu ta ferðina, og tí er tað kanska keðiligt at skula prógva, at vit eru líka góðir, sum teir vóru. Tað er jú heilt hvør sín tíð, og tí kann tað ikki samanberast uttan víðari.
- Hinvegin slepst ikki undan, at vit av og verða konfronteraðir við tann spurningin. Ikki minst hesaferð, nú vit spældu móti Eysturríki. So á tann hátt var tað ein lætti, at vit eisini rukku setninginum í júst hesum dystinum.
- Vit hava eisini spælt eina rúgvu av dystum, sum hava líkst hesum. Men aloftast tørnar tað soleiðis út, at hinir í seinasta enda skora eitt ella tvey mál meira enn vit.
Teir høvdu so eisini møguleikarnar at skora bæði eina og tvær ferðir. Var hetta ein av teimum strævnu dystunum í føroyska málinum?
- Ja, tað haldi eg. Ikki minst tí vindurin var somikið nógvur. Fyri steðgin var vindurin beint ímóti, og tað órógvaði spælið við beinunum hjá mær. Nakað sum annars er ein av styrkjunum hjá mær.
Men eftir steðgin var vindurin undan, og ta einu ferðina stóð teirra málverji á miðjum vølli, tá tú fekk bóltin. Hugsaði tú ongantíð, um tú skuldi royna eydnuna við einujm 100 metra sparki?
- Nei. Eg hoyrdi okkara áskoðarar rópa øgiligt ta einu ferðina, men eg fangaði støðuna ov seint, so eg kom ongan tíð til at hugsa tann tankan, sigur Jákup Mikkelsen.