Landskronaliðið á Vestanstevnu

Eitt av ítróttartiltøkunum, sum verður á Vestanstevnuni í Sandavági um vikuskiftið, verður fótbóltsdystur millum FS Vágar og Landskronalandsliðið. Eisini fara Føroyameistararnir og steypavinnararnir í manshondbólti 1999 at royna seg móti hvørjum øðrum

Nógv umrødda Landskronalandsliðið í fótbólti verður at síggja á Vestanstevnu í Sandavági.

Sunnudagin klokkan 16 fara FS Vágar og Landskronalandsliðið at spæla stevnudyst á Valloyruni í Sandavági.

Eftir sjálvan fótbóltsdystin verður brotssparkskapping, har leikarar á báðum liðunum fara at kappast um, hvør fær flest brotsspørk inn hjá Jens Martini Knudsen og Kaj Leo Johannesen.

Á Landskronaliðnum vóru menn sum Jóannes Jakobsen, liðskipari, Kári Reynheim, Jens Martin Knudsen, málmaður, og ikki minst sandavágsmaðurin Torkil Nielsen, sum við einum sparki gjørdi Føroyar kendar um allan heim.

Jens Martin fer at spæla í gitnu topphúgvuni, skilst á fyrireikarunum.

Men hesin dysturin verður ikki einasta stóra ítróttartiltakið, sum verður á Vestanstevnuni.

Leygarkvøldið klokkan 20 verður stórdystur í hondbólti í høllini á Giljanesi. Tá møtast Føroyameistararnir úr StÍF og steypavinnararnir úr VÍF.

Hesi liðini skulu bæði spæla í Europacup kapping í heyst. Og hesin dysturin á Vestanstevnuni verður fyrsti venjingardysturin hjá báðum liðunum.

Í grundini er hetta fyrsti hondbóltsdysturin í kappingar árinum 1999-2000.

Um strandingar er at siga, at teir spæla áskoðaravinarligan hondbólt.

StÍF var Føroyameistari onkuntíð beint eftir annan heimsbardaga. Síðan hevur líkasum ikki borið so væl til fyrr enn nú seinastu árini. Okkurt ár næstan, og í fjør eydnaðist tað so at gerast Føroyameistarar í manshondbólti aftur.

Vestmenningarnir eru har aftur í móti rættilga kendir í hondbóltshøpi.

Og hóast sandavágsmenn hava spælt dúgliga hondbólt til fyri ikki so mongum árum síðan, er líkasum siðvenja í Vágum at halda við VÍF í fremstu deildini.

Annars kann nevnast, at stjørnuleikarin í Vestmanna, Ingi Olsen, verður við aftur, og hann fer eisini at leika við á Giljanesi á Vestanstevnu.

Men heldur ikki í ítróttarhøllini á Giljanesi verður fótbóltslandsliðið gloymt.

Í steðginum í hondbóltsdystinum leygarkvøldið fer SÍF at vísa málini, føroyska fótbóltslandsliðið hevur fingið í altjóða skrásettum dystum, síðan byrjað varð í 1988.

Hesi mál er savnað á video og verða víst á stórskíggja leygarkvøldið.

Og eisini her hevur sandavágsmaðurin Torkil Nielsen ein ávísan leiklut.

Hann skeyt nevniliga fyrsta altjóða skrásetta, føroyska fótbóltsmálið.

Tað var móti Kanada í Gundadali 1988.

Eisini flogbóltur á høgum støði verður at síggja á Vestanstevnu.

Eitt flogbóltslið av Neskaupstaði í Íslandi fer at leika móti føroyska unglingalandsliðnum í flogbólti.

Tað er soleiðis, at Sandavágur og Neskaupstaður - Norðfjørðurin - á Eysturlandinum í Íslandi er vinarbýir. Og lívligt ítróttarsamband hevur eisini verið millum støðini bæði.

Fjórða hvørt ár hava sandavágsfólk verið í Neskaupstaði og vitjað, meðan íslendingar hinvegin hava verið í Sandavági somuleiðis fjórða hvørt ár. Íslendsku vitjaninar í Sandavági falla altíð á árið, Sandavágur hýsir Vestanstevnuni. Soleiðis eisini í ár.

Á Eysturlandinum er hond- og fótbóltur mestsum dottin burtur ímillum, meðan flogbólturin er tann ráðandi ítróttargreinin.

Til dømis eru ikki færri enn fimm leikarar á íslendska unglingalandsliðnum í flogbólti av Neskaupstaði.

Tá føroyska unglingalandsliðið herfyri var í Íslandi, frættu føroyingarnir, at norðfirðingar skuldu til Sandavágs, og soleiðis er hesin dysturin komin í lag.

Annars verður sjálvandi væl av øðrum undirhaldi á Vestanstevnu, umframt kappróðurin, sum verður leygardagin. Tá verða helst onkrir føroyameistarar funnir.

Dansur plagar at vera á stevnunum.

Á Vestanstevnu verða tvey dansistøð í Sandavági.

Tey ungu hava fingið eitt tjald til endamálið. Og har fara Kjølar at spæla.

Fyri teimum meira tilkomnu, dansihugaðu stevnugestunum fara Ólavur Øster & Co. at spæla í SÍF húsinum.