Landsløg og bygdarløg á framsýning

Komandi hósdag letur Jan Pattison upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hon sýnir fram oljumálningar við myndevnum úr Føroyum Jan er ættað úr lítlu skotsku bygdini Lugar, og hon býr í Kilmaurs á vestursíðuni á Skotlandi. Hóast Jan ikki er føroysk, so hevur hon tó sterk bond til Føroya. Maður hennara Peter er hálvur føroyingur, og tí hava tey altíð ferðast nógv til Føroya. Peter er sonur Poulinu Pattison, f. Toftum, ið møtti enskum hermanni undir krígnum, ið hon giftist við. Seinni fluttu tey til Skotlands, har ið Peter og báðir brøðurnir vuksu upp.

Jan er hugtikin av føroyska landslagnum, og tað sæst aftur í myndunum. Hon velur sær helst myndevni úr føroysku náttúruni ella av bygdarløgum. Jan hevur sín egna stíl, og tað, ið fangar við málningum hennara, eru serligu litirnir, ið hon nýtir til at lýsa og endurspegla ljósbrigdini við. Myndevnini eru ymsastaðni úr Føroyum. Jan dugir væl at fanga tann serliga dámin og yndislagið í føroyskum bygdarløgum. Jan átekur sær eisini at mála eftir umbiðing.

Maðurin Peter er ágrýtin fotografur, og á framsýningini sýnir hann fram nakrar av panorama-myndum sínum av landsløgum.

Framsýningin letur upp hósdagin 16. juli og er opin til og við týsdegnum 21. juli.

Meira fæst at vita á www.janpattison.co.uk