Seinastu tíðina hava smittutølini í Føroyum verið ógvuliga stór, og nýggj met verða sett.
Soleiðis var eisini í gjár, tá smittutalið, sum landslæknaembætið kunngjørdi, var 415.
Men, í dag bendir alt á, at øll met, sum higartil eru sett, verða sligin - og bæði væl og virðiliga eisini!
Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, sigur við In.fo fyri løtu síðan, at tað helst ganga nakrir tímar, áðrenn neyva uppgerðin er liðug, og endaliga úrslitið fyriliggur.
- Men, alt bendir á, at smittutalið seinasta samdøgrið fer at nærkast teimum 700, sigur Lars Fodgaard Møller.