Seinnapartssendingin, sum verður á Rás2 millum kl. 15.10 og 17 hevur eittans evni á skránni, og verður tað føroyska landsliðið, og komandi landsliðsvenjarin. Ringt verður til landsliðsspælarar. Vit fara at práta við Jákup Mørk um starvssetanini, og Oddbjørn Joensen, venjari vitjar eisini í Rásarúmið. Ætlanin er eisini, at allir fótbóltsfjepparar skulu sleppa til orðanna. Tit sum hava eina meining um komandi landsliðsvenjaran, og viðurskifti sum snúgva seg um landsliðið kunnu sms´a inn á tlf.nr. 559999.