Hondbóltur
Landsliðið spælir tríggjar undandystir á Kypros. Spælt verður ímóti Sveis fríggjadagin 15. januar, ímóti Hvítarusslandi leygardagin 16. januar, og ímóti vertunum av Kypros sunnudagin 17. januar.
Landsliðið fer til Keypmannahavnar mikudagin 13. januar og víðari á Kypros dagin eftir. Landsliðið kemur heim aftur mánakvøldið 18. januar.
Teir 16 spælararnir eru:
Neistin: Heini Hanusarson, Finnur Hansson, Tróndur Kragesteen, Carl Herup Olsen og Ári E Dam.
H71: Janus Sørensen, Dánjal Tórgarð, Esbern Patursson, Poul Kjartan Dam og Levi Nybo.
Kyndil: Bárður Johannesen, Hans Áki Dal-Christiansen og Tummas Pauli Hanusarson.
VÍF: Sámal Joensen og Bjarti Hansen.
KÍF: Niklas Reginsson.