Landsliðið: Kvinnurnar í sterkan bólk

Her er bólkurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum

Turkaland, Montenegro og Luksemborg verða mótstøðuliðini hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í apríl mánaði skal spæla innleiðandi EM-undankapping í Føroyum.

 

- Hetta er ein sterkur bólkur, men vit fara sjálvandi eftir at spæla okkara víðari til sjálva EM-undankappingina, sigur Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum.

 

Á middegi hósdagin var lutakast um, hvussu teir fýra innleiðandi bólkarnir til næstu EM-undankapping skulu síggja út. Vinnarin og besti 2'arin fara víðari til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

 

Føroyar, sum eisini vera ein av vertunum í innleiðandi kappingini, endaðu í bólki D saman við Turkalandi, Montenegro og Luksemborg.

 

- Turkaland er styrkismett hægst av øllum londunum í innleiðandi umfarinum, so tað verður ein stór uppgáva. Luksemborg hava vit spælt ímóti fyri ikki so langara tíð síðani, og har meti eg at vit hava ein møguleika, um vit avrika væl. Hinvegin kenni eg ikki nakað serligt til Montenegro, so har veit eg ikki heilt, hvat vit kunnu vænta, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í næstum fer landsliðsvenjarin at fáa fatur í dystum og viðkomandi upplýsingum um mótstøðuliðini, so føroysku kvinnurnar eru so væl fyrireikaðar sum tilber. Kappingin verður spæld frá 6. til 11. apríl.

 

Bólkur A

Georgia (vertir)

Lettland

Estland

Kasakstan

 

Bólkur B

Albania (vertir)

Kosovo

Malta

Grikkaland

 

Bólkur C

Litava (vertir)

Andorra

Moldova

Ísrael

 

Bólkur D

Føroyar (vertir)

Luksemborg

Montenegro

Turkaland