Landsliðið líkist lasarett

Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ er seinasti maður, sum er lagstur afturat skaðalistanum hjá fótbóltslandsliðnum

 

Landsliðið


Julian Johnsson, Christian Høgni Jacobsen, Andrew av Fløtum, Jóhannis Joensen og Jens Kristian Hansen. Hetta tykjast eftir øllum at døma at vera leikarar, sum landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, má síggja burturfrá, tá hann um stutta tíð skal gera av, hvørjir leikarar skulu manna landsliðið til komandi uppgávurnar móti Sveis og Jugoslavia.

Felags fyri teir allar er, at skaðar tykjast forða teimum í at verða tøkir til dystirnar, sum verða um tvær vikur.


Skaðarnir

Seinastur at leggjast afturat listanum var Christian Høgni Jacobsen, sum noyddist út eftir gott korter á vøllinum, tá NSÍ vitjaði FS Vágar mikukvøldið. Við Sosialin segði Christian Høgni, at hann merkti lærið »stramma« og tí noyddist hann at gevast. Hetta kundi bent á, at talan bert um eina togan av lærvøddanum, og um so er, nýtist skaðin ikki at vera so álvarsligur. Er talan hinvegin um tæðraslit, er helst einki at ivast í, at talan verður um steðg í nakrar vikur.

Hjá teimum báðum HB-leikarunum, Andrew av Fløtum og Jóhannis Joensen, tykjast lítlar og ongar vónir at vera um eina landsliðsúttøku. Andrew av Fløtum var nógv skaddur undan kappingarárinum, og líkt er til, at fótskaðin hann hevur drigist við, breyt upp aftur í dystinum móti B36. Í dystinum undan hesum, moti GÍ, var Jóhannis Joensen somikið óheppin, at albogin fór úr lið, og roknast kann við, at hetta steðgar honum í nakrar vikur.

Uttan at niðurgera nakran av hinum leikarunum, so er lítið at ivast í, at tað eru skaðarnir hjá Jens Kristian Hansen og Julian Johnsson, sum geva Allani Simonsen størsta høvuðsbrýggið í hesum døgum.

Julian Johnsson varð skaddur í dysti móti Lillestrøm fyri tveimum vikum síðani, og tað tykist vera ivasamt, um hann verður tøkur til landsliðsuppgávurnar. Noyðist landsliðið at vera stríðsmannin á miðvøllinum fyri uttan, er hetta ein sera stórur missur, sum ringt verður at byrgja upp fyri.

Jens Kristian Hansen, sum vanliga er liðskipari á landsliðnum, var ikki við á ferðini til Luksemburg og Russaland, vegna skaða og partvíst leikbann. Ivaleyst hevði hann verið tikin inn aftur í hópin nú, men í dystinum móti HB varð hann skaddur í lærinum. Talan er allar helst um tæðraslit, og um so er, verður hann neyvan førur fyri at spæla ein krevjandi landsdyst longu nú.


Aðrir trupulleikar

Umframt teir skaðar, sum nú tykjast at gera um seg, so hevur Allan Simonsen eisini annað at hugsa um undan landsliðsúttøkuni.

Súni Olsen, Kurt Mørkøre og Johan Byrial Hansen hava allir átt pláss í hópinum seinastu tíðina, men spurningurin tykist vera, hvussu væl hesir eru fyri í løtuni. At teir eru yrkisleikarar, og tí venja meira enn landsliðsfelagarnir, telur sjálvandi upp eftir í bókini hjá venjaranum, men hinvegin kann tað verða ein trupulleiki, at eingin teirra fær serliga nógva dystarvenjing í løtuni. Bæði Kurt og Johan tykjast at hava mist sessin í liðum sínum, og í Hollandi verður Súni mest nýttur sum skiftisleikari hjá FC Zwolle.

Oman á alt hetta skal so heldur ikki gloymast, at Todi Jónsson í løtuni umhugsar framtíðarstøðu sína á føroyska landsliðnum. Enn er ikki greitt, hvørja støðu hann fer at taka í hesum, men hóast hann ikki sigur, at so er, so er lítið at ivast í, at leiðslan í FCK fegin vil at Todi hvílur seg, heldur enn at spæla tveir sera krevjandi landsdystir, har hann onkursvegna altíð er í vanda fyri at verða skaddur. Bert fýra dagar eftir dystin móti Jugoslavia skal FCK nevnliga spæla dyst móti Brøndby, og hesin dystur kann lættliga gerast avgerandi fyri, hvar danska meistaraheitið í fótbólti fer hetta kappingarárið.