Føroyska fótbóltslandsliðið hevur rættiliga verið í brennideplinum seinastu vikurnar. Tvey lemjandi tap í fyrstu dystunum í nýggju EM-kappingini, hava fingið fólk at ressast. Fyrrverandi spælarar, núverandi venjarar og onnur krevja broytingar á liðnum, og fleiri av mælt til, at landsliðsvenjarin fer úr starvinum.
Men tað seinasta kemur als ikki upp á tal, tí tá ið Jógvan Martin Olsen verður spurdur, um hann hevur umhugsað at leggja frá sær, er svarið stutt og greitt:
- Nei.
Hann viðurkennir tó, at landsliðið hevur trupulleikar, og at nakað skal gerast við at betra um avrikini á vøllinum.
- Tað eru fleiri orsøkir til, hví tað hevur gingið so illa í seinastu dystunum, men vit eru á einum byrjanarstigi í arbeiðnum við einum nýggjum landsliðið, og vit síggja stórar møguleikar í hesum liðnum. Vit skulu bara halda fram við arbeiðnum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Verjuspælið vánaligt
Landsliðsvenjarin heldur, at føroyska landsliðið hevur stórar trupulleikar við verjuspælinum í løtuni, og tað sást eisini aftur í dystinum í Skotlandi.
- Størsti trupulleikin hjá okkum í løtuni er verjuspælið. Mótstøðuliðini skora alt ov lætt mál ímóti okkum í støðum, har liðið hjá okkum er í javnvág og enntá í yvirtalsstøðu. Í hesum báðum dystunum eru fýra mál komin ímóti okkum, har vit verja við sjey spælarum ímóti trimum og sjey ímóti fýra, og tá slíkt hendur, er tað torført at hava við at gera, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Londini, sum vit nú spæla ímóti, er eisini nógv betur fyrireikað til at spæla ímóti okkum, enn tey plagdu at vera. Úrslitini, sum Føroyar hava fingið móti Skotlandi, Fraklandi og Týsklandi, hava havt við sær, at londini brúka meiri tíð uppá at hyggja eftir hvussu vit spæla og fyrireika seg til dystirnar ímóti okkum.
Nýggir leiðarar
Jógvan Martin Olsen vísir á, at fleiri av royndu spælarunum á landsliðnum eru givnir, og seinastu fýra árini eru fleiri av stuðulsspælarunum á landsliðnum farnir burtur av. Hetta ger, at yngri spælarar skulu átaka sær nýggjar uppgávur á liðnum, og tað tekur tíð.
- Leikluturin hjá nógvum leikarum í hópinum er broyttur. Frá at verða ein av teimum nógvu, sum kanska ikki hugsa so nógv um annað enn um sín egna leiklut, skulu nakrir taka ein nýggjan leiklut á seg sum leiðarar í hópinum. Hetta er ein stór avbjóðing fyri hesar leikarar, men hetta er sera tydningarmikið og neyðugt stig hjá liðnum og spælrunum at taka, og eg fari inniliga heita á øll um at lata hesar leikarar fáa frið og tíð at finna henda nýggja leiklut, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Eitt er vist, at sjálvt um byrjanin hevur verið trupul, so hava vit eitt spennandi landslið fyri framman, men teir mugu fáa frið at mennast, sjálvt um úrslitini ikki skuldu laga seg.
Hava fatur í røttu spælarunum
Nógv verður altíð tosa um spælararnar, sum manna landsliðið, og her hava fólk nógvar meiningar. Summi halda, at aðrir spælarar skulu verið tiknir út, tí summar av teimum, sum eru á landsliðnum, eru ikki nóg góðir.
- Tú kanst altíð kjakast um tveir ella tríggjar spælarar í sambandi við hvørja úttøku, og tað gera vit jú eisini. Vit eru eisini í teirri støðu, at vit eru eitt sindur leitandi á nøkrum plássum, men at vit hava fatur á teimum røttu leikarunum, ivist eg ikki eina løtu í, sigur landsliðsvenjarin.
- Vit síggja, at tað tekniska støðið í hópinum er nógv hægri, enn tað nakratíð hevur verið, men vit síggja eisini at umgangstónin í hópinum er kanska ein tóna penari, enn hann var fyri tíð síðani. Tá høvdu vit fleiri spælarar við nógvum royndum og sum spældu í feløgum uttanlands. Hetta er ein prosess vit skulu ígjøgnum, men tað kemur so líðandi saman við royndunum, sum spælararnir fáa.
Jógvan Martin Olsen útilokar ikki, at onkrar broytingar verða gjørdar í úttøkuni til næsta landsdystin.
- Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður, men onkur sjálvsøgd broyting verður av teirri orsøk, at Óli Johannesen er leikbannaður til dystin móti Litava, sigur hann.