Hondbóltur
Venjararnir hjá H71 hava ein sannan luksus-trupulleika. Við tveimum landsliðsmálverjum í hópinum er sjálvandi ikki lætt at gera av, hvør teirra skal sita á beinkinum.
Sunnudagin høvdu venjararnir tó tikið avgerð, um at seta báðar landsliðsmenninar á beinkin. Í teirra stað varð bert 19 ára gamli Jóhan Hofgaard settur, eftir at hann í longri tíð hevur givið meira royndu liðfeløgunum kapping.
Kanska varð ehtta gjørt, soleiðis at ungi málverjin fekk snoddað til hondbólt í fremstu røð, og í øllum førum má bara staðfestast, at ungi málverjin tók av. Við báðum landsliðsmálverjunum sum ídnum stuðlum, ið støðugt vegleiddu og heppaðu, stóð ungi máðurin enn branddyst av tí slagnum, sum helt báðum starvsfeløgunum á beinkinum í samfullar 60 minuttir.
Og mest av øllum var hetta eisini munurin, tá H71 stegaði sigursgongdini hjá Kyndli, sum íroknað dystirnar í steypakappingini annars var komin upp á fýra dystir.
Eini grannauppgerð so líkt, so var spælið í longum løtum rættiliga rótut. Hoyvíkingar megnaðu sjáldan at ferðina upp á eitt støði, har teir veruliga kundu stressa ikki heilt so breiða hópin hjá Kyndli, og fleiri ferðir koppaði spælið tann vegin, at teir grønu fingu møguleikan at stinga av.
Ikki tí. Lars L. Black í Kyndils-málinum átti sín stóra lut í, at Kyndil støðugt var við í dystinum, men í hinum endanum stóð nýggi H71-málverjin enn sterkari. Og bein t undan steðginum bar hetta við sær, at hoyvíkingar fingu møguliekan at leggja seg nøkur mál framum.
Og so var støðið líka sum lagt fyri seinna hálvleik. Her var nervin alla tíðina til staðar, tí Kyndil noktaði at geva upp, hóast mótbrekkan var tung.
Eina einstaka ferð fingu teir eisini minkað munin niður í eitt mál, men í aðrar mátar vórðu opnir møguleikar misnýttir, hvørja ferð teir grønu veruliga høvdu møguleikan, og at enda megnaðu hoyvíkingarnir eisini at revsa hetta.
Tvídystur
Úrslitið ber við sær, at kapprenningin í oddinum nú aftur er farin at líkjast einum tvídysti millum Neistan og H71, sum vilja sleppa í finaluna móti VÍF, sum longu er heilt væl ávegis.
Við góðu gongdini í mentu, so var ikki óhugsandi, at Kyndil eisini kundi leggja seg út í kappingina, men tann møguleikan má nú sigast at vera farin. Og tað er nokk eingin ivi um, at fokus hjá teimum grønu nú er á steypakappingini, har teir hava møguleika at tryggja sær, at eisini hetta kappingarárið kastar heiðursmerki av sær.
Hoyvíkingar sýndu kanska ikki nóg gott álopsspæl hesaferð, men í verjuni stríddust teir framúr, og tá teir so eisini hava tríggjar málverjar í landsliðsflokki gevur hetta venjarunum nøkur góð alternativ á teirri síðuni.
Fakta um dystin
H71-Kyndil 22-19 (11-8):
10 min: 3-3
20 min: 6-5
40 min: 14-10
50 min: 17-16
Málskjúttar
H71: Gunnar Bláberg 4, Johnny Durhuus 3, Janus Sørensen 3, Halgir Dahl Olesen 3(2), Danni Syhler 2, Poul Kjartan Dam 2, Bárður Brimvík 1
Kyndil: Bárður Johannesen 9(2), Høgni Klein 4, Josef Abrahamsen 2, Janus Einar Sørensen 2, Hans Arni B. Thomsen 1, Rani Ellingsgaard 1
Brotskøst: H71 2, Kyndil 2
Útvísingar: H71 4, Kyndil 3
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen