Mótstøðuliðið var eitt slag av ligalandsliðið, kryddað við útlendskum leikarum í Føroyum.
Til sjálvan dystin vóru nógv avboð komin, men tað eydnaðist so at manna tvey hampiliga sterk lið, sum byrjaðu at dystast klokkan fimm.
Tað var tað liðið, sum minti um A-landsliðið, ið skal til Íslands, sum vann dystin við tveimum málum móti ongum. Fróði Benjaminsen skoraði brotsspark, meðan Arnbjørn Hansen gjørdi hitt málið.
Bæði málini fullu hampiliga seint í seinna hálvleiki. Tað fyrra var eitt heldur margháttligt brotsspark, sum Christian Restorff Mouritsen vann sínum liði og Fróði Benjaminsen setti í netið.
Seinna málið gjørdi Arnbjørn Hansen, eftir at Jákup á Borg legði innfyri úr vinstru, soleiðis at kollfirðingurin einans skuldi seta innarusíðuna á bóltin.
Føroyska landsliðið var annars mannað soleiðis, at Meinhardt Joensen stóð í mál og frammanfyri seg hevði hann Jónas Þór Næs, Egil á Bø, Vagn Mohr Mortensen og Einar Hansen. Á miðvøllinum vóru Christian Restorff Mouritsen og Bárður Olsen í hvør sínum borði, meðan Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen vóru mitt fyri.
Fremstir vóru Jákup á Borg og Arnbjørn Hansen.
Mótstøðuliðið var mannað við Tórði Thomsen í málinum og Rógva Holm, Dánjal Davidsen, Sorin Anghel og Alex Jose dos Santos í verjuni. Hans Pauli Samuelsen spældi í eini síðu og Levi Hanssen í hinari, meðan Palli Augustinussen og Fritleif í Lambanum vóru á miðvøllinum. Áleyparar vóru Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør.