NSÍ boðar í dag frá, at teir hava longt sáttmálan við málverjan hjá sær, Símun Rógva Hansen.
- Vit fegnast øll um at Símun Rógvi forsetur í NSÍ. Símun Rógvi er ein fantastiskur málmaður, og hevur hann verið við til at styrkt um verjuspæli hjá NSÍ, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Símun Rógvi Hansen hevur uttan iva verið besti málmðurin í Effo-deildini higartil og tað var ikki uttan orsøk, at mong mettu hann vera besta spælaran í finaluni um Løgmanssteypið, tá NSÍ vann 1-0 móti B36.
- Fáið undirskriftina hjá hasum manninum í ein vissan fart, skrivaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu eftir steypafinaluna, og felagið hevur gjørt skjótt av.