Seinasti dysturin í sætta umfarinum av Formula-deildini verður í kvøld klokkan 19, tá Víkingur tekur ímóti HB.
Hjá HB ræður um at vinna sær trý stig, soleiðis at teir fylgja við EB/Streymi, sum við sigrinum á NSÍ í gjárkvøldið legði seg á odda í deildini.
Tað verður tó helst uttan Andrew av Fløtum og Fróða Benjaminsen, at HB skal royna seg. Báðir tveir dragast við skaða, men møguleiki er kanska fyri, at Fróði verður meldaður klárur undan dystinum.
Hjá Víkingi er tað bert Áslakur R. Petersen, sum ikki er tøkur. Hann hevur verið skaddur fyrstu fimm umførini, og tað verður altso heldur ikki í dag, at hann verður á vøllinum. Í aðrar mátar eru allir mans tøkir hjá vertunum í Sarpugerði.