Landsliðsspælararnir hjá B68 settu HB upp á pláss

Avrikið hjá HB boðaði frá, at teir ikki komu á botn, áðrenn landskappingin fór í summarfrí

 

Sólin sá ikki, men summarveðrið var heilt fínt á Svangaskarði sunnudagin. Um nógvu HB viðhaldsfólkini, sum nýttu høvið til sunnudagsútferð í Eysturoynna, ikki kendu seg styrkt og stimbrað av veðrinum, soleiðis sum tað er í Føroyum ímillum søkurnar, so er tað ikki so nógv at siga til tað. Í myndatalu hekk eitt myrkt skýggj omanyvir teimum, tá teir komu til Toftir, og tá teir fóru avstað aftur mundi tað næstan kennast sum, at toran ætlaði sær at sláa niður.

Tað man vera langt síðani, at HB hevur staðið fyri so ússaligum avriki á Toftum, sum tí teir sýndu í 2. hálvleiki sunnudagin. Hugburðurin var so jánkasligur, at tað tóktist sum um alt liðið sum tað var í steðginum hevði avrátt sinniliga at fara í summarfrí.

Eftiransingarnar vóru vánaligar, og ferð eftir ferð fingu toftamenn loyvi at draga nógvar metrar við bóltinum. Tá HB hevði bóltin, fluttu spælararnir seg lítið fyri bólthaldaranum, persónligu mistøkini vóru serliga mong, og um tað onkra ferðina eydnaðist at koma ígjøgnum í høgra borði, so vóru innleggini sera óneyv. Einar tvær ferðir tóktist tað sum um spenningur kanska skuldi spyrjast burturúr í B68 brotsteiginum, men í 2. hálvleiki hevði HB ongan rættuligan málmøguleika. Sammett við tíðliga á árinum var tað mest merkisvert, at Rúni Nolsøe var so lítið sentralur, og at dynamisku renningarnar hjá Rógva Jacobsen vóru fullkomuliga burtur.

Hóast lítið sannførandi avrikið hjá mótstøðumonnunum, so gekk tað long tíð, áðrenn B68 fekk mál, og dysturin harvið var avgjørdur. Ion Geolgau royndi við trimum útskiftingum at fáa sítt lið at taka uppgávuna í størri álvara, men heldur ikki Rói Árting, Bárður Mortansson og Pætur Dam Jacobsen megnaðu at hótta B68.


Lyklaspælarar

B68 hevur ofta víst meiri sannførandi spæl, enn teir gjørdu hesa ferð. Men hjá teimum flestu teirra var hugburðurin væl betri, enn hann var hjá mótstøðumonnunum. At sigurin var so tepur mundi komast av, at einir tveir spælarar longu undan dystarbyrjan tóktust vera fullkomuliga farnir í summarfrí.

Mest eyðsýndu B68 menninir vóru teir tríggir landsliðsmenninir. Miðverjan var stinn, og serliga Hans Fróði Hansen, sum hesa ferð var aftastur, var sannførandi. Ikki minst í 2. hálvleiki, tá HB sendi nógvar langar og høgar bóltar fram ímóti brotsteiginum, stóð Hans Fróði sera sterkur í myndini. Hann vann allar luftbóltarnar, og hann var avgjørdur í taklingunum.

Á miðvøllinum reikaði Øssur Hansen nógv, hann var illa ansaður, hann hevði ofta bóltin, og hann slapp sær oftast skilagott av við hann. Fróði Benjaminsen var mest avgerandi spælarin. Hann vann nógvar luftbóltar, hann megnaði at temja og spæla skilagott víðari, og hann hevði ongar trupulleikar at sneiða bæði tveir og tríggjar spælarar av, tá hann bjóðaði av ein ímóti einum.

John Heri Dam kom ofta framvið í vinstra borði, meðan tað var meiri tamt í hinum borðinum, har Arnold Joensen tóktist hava fingið boð um at liggja aftarlaga á vøllinum, meðan Marlon Jorge skuldi royna at taka sær av framrættaða partinum.


Mál og møguleikar

B68 legði sera bragdliga fyri. Teir vóru ágangandi fyrstu løtuna, teir høvdu fleiri møguleikar, og teir komu á odda, tá bara fimm minuttir vóru farnir. Fróði Benjaminsen setti ferð á, og væl uttanfyri brotsteigin smekkaði hann til. HB verjan og málverjin tóktust ikki rokna við hesum, og bólturin streyk í málið.

Sum fyrra umfarið leið, javnaðist spælið. HB hevði sína bestu løtu, og teir javnaðu miðskeiðis í umfarinum. Allan Mørkøre, sum hesa ferð mannaði álopið saman við Jón Róa Jacobsen, gjørdist púra leysur næstan á baklinjuni í høgru, og úr stuttari fjarstøðu smekkaði hann framvið nærra stólpanum og í málið.

Sigursmálið skoraði Fróði Benjaminsen í 58. minutti. Í besta B68 álopinum í øllum dystinum ferðaðist bólturin frá aftarlaga í høgra borði, fram og tvørturum til Øssur Hansen, sum úr vinstru fekk loyvi at draga langt, áðrenn hann slepti til Fróða Benjaminsen, sum aftur fekk loyvi at draga langt, áðrenn hann ? staddur mitt fyri og fimtan metrar úr málinum ? smekkaði til. Bólturin tók í ein havnarmann, áðrenn hann fór um strikuna, og harvið var B68 á odda.

Síðsta hálva tíman sá tað í løtum út til, at B68 hevði hug at leggja seg aftur á vøllin fyri at verja leiðsluna. Men HB hevði sera lítla tyngd í álopspartinum, og sum tíðin leið høvdu toftamenn fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Einar tríggjar ferðir komu teir til baklinjuna og spældu út frá, men teir fingu ikki fleiri mál. At tað ikki eydnaðist, leggja teir nú neyvan so nógv í. Teir vunnu og fingu samband við HB. Havnarliðið tóktist vera í djúpum leikligum aldudali, og tað mundi koma væl við hjá bæði spælarum og venjara, at ein stuttur summarsteðgur nú er tað fyrsta á skránni.


B68: Magnus E. Poulsen ? Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira ? Arnold Joensen, Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino

HB: Bárður Johannesen ? Vagnur Mohr Mortensen, Jóhannis Joensen, Eyðfinn Fjalsbak, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Bjarni Jørgensen, Rógvi Jacobsen ? Allan Mørkøre, Jón Rói Jacobsen