Landsliðsspælari skaddur

Óvist er um landsliðsspælarin verður klárur til dystirnar móti Lettlandi og Portugal í oktobur.

Ein av teimum 11, sum byrjaðu á føroyska landsliðnum í 0-0 javnleikinum móti Ungarn fyri tveimum vikum síðani, bleiv skaddur í dysti í gjár. Hann skal nú stríðast móti tíðini fyri at gerast klárur til dystirnar móti Letlandi og Portugal í komandi mánaði. Talan er um bakkin, Bárð Hansen, sum til dagligt spælir við Fremad Amager í næstbestu donsku deildini.

 

Í 4-1 sigrinum hjá Fremad Amager móti Hobro, rendi Bárður Hansen saman við ein viðleikara, tá báðir fóru eftir sama bólti.

- Eg var sera óheldigur og lendi beint á økslini. Vit fóru beint avstað í røntguna og tað vísti seg tíbetur, at einki er brotið, men at eitt liðband í økslini er dragnað, sigur Bárður Hansen við Rás 2.

 

Hann verður tí við vissu ikki við í dystinum komandi vikuskifti, men hann vónar, at hann verður klárur til landsdystirnar móti Lettlandi og Portugal. Hann ásannar tó, at tað verður eitt stríð móti tíðini.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Bárð Hansen greiða frá.