Landsliðsspælari skaddur í eyganum

Hjá Skála eru sjey spælarar ikki tøkir, og hjá Víkingi er hvørgin Vatnhamar beiggin tøkur

Tað verður grannauppgerð á Skála seinnapartin. Víkingur verður gestur undir Mýruhjalla. Fyri bæði liðini er talan um manningar, sum eru darvaðar av skaðum og leikbannum.

Longu undan kappingarbyrjan var tað greitt, at tað ikki fór at verða so nógv at taka av á Skála. Nú hevur Bill Jacobsen, venjarin á Skála, uppaftur færri at velja ímillum. Sjey spælarar eru leikbannaðir ella so illa darvaðir av skaðum, at teir eru ikki førir fyri at spæla.

Miðvallarin Ronni Møller-Iversen og vongverjin Jóhan Waag Høgnesen eru leikbannaðir, og  

Teitur R. Joensen, Teitur Poulsen, Hjalti Strømsten, Karl Martin Johansen og Andreas Egeberg Jacobsen eru skaddir.

Vatnhamarbrøðurnir Gunnar og Sølvi eru lyklaspælarar hjá Víkingi. Hvørgin teirra verður við ídag. Gunnar Vatnhamar er leikbannaður, og Sølvi Vatnhamar er skaddur. Hann verður ikki við ímóti Skála og heldur ikki í steypadystinum á Svangaskarði mikukvøldið.

Undir venjing í vikuni varð skot blokerað, og bólturin rakti Sølva so meint, at hann varð skaddur í eyganum og fór til eygnalækna, har boðini vóru, at hann skal halda frí frá fótbólti í tvær vikur.

Tá ið Skála í øðrum umfari var í Sarpugerði, endaði tað við 5-2 heimasigri.