Landsliðsvenjarin: Blandaðar kenslur

Tað var væl skiljandi ein vónbrotin landsliðsvenjari, Magnus Aðalsteinsson, ið vit hittu beint eftir dystin.

At síggja til var hann týðiliga vónbrotin, men lovaði okkum, at hann seinni á kvøldinum skuldi vera glaður aftur. Hann var vónbrotin av úrslitinum, men sera fegin um umstøðurnar.
- Vit stressaðu okkum sjálvar í byrjanini av dystinum, og tað ger tað øgiliga strævið. Men eg haldi vit spæla upp til okkara besta í øðrum setti, har vit tó gera feilir og eru óhepnar í endanum av settinum. Men eg vil tó geva Luksemburg rós fyri at spæla væl og serliga serva væl, sigur Magnus Aðalsteinsson, sum beint eftir dystin segði seg vera vónbrotnan, men at hann seinni um kvøldið væntaði aftur var glaður, tí:
- Hetta hevur verið ein fantastisk kapping og alt runt um hevur verið sera væl fyriskipað, sigur hann.

Byrjaðu settini illa
Eitt, sum var alt ov gjøgnumgangandi hjá føroysku gentunum í hesi kappingini, var, at tær komu langt afturúr frá byrjan í so at siga øllum settunum.
- Tað er eins og vit bara stóðu og hugdu hvat tað var, sum hendi. Vit bíðaðu heldur enn at fara inn at vísa, hvat vit duga. Hetta er nakað vit mugu menna – tað, at stýra spælinum, vísir Magnus á.
Hann heldur tó, at liðið hevur tikið seg nógv fram í kappingini.
- Sum lið hava vit eisini tikið okkum nógv fram hesar seinastu tveir mánaðirnar, vit hava verið saman. Vit vandu serliga hart millum jól og nýggjár, og genturnar hava víst sera góðan vilja. Høvdu vit spælt okkum til endaspælið, so høvdu vit fingið nakrar mánaðir at ment okkum enn meiri, og eg ivist ikki í, at vit høvdu havt møguleikan at sent eitt munandi betri lið avstað tá, sigur Magnus.

Ikki tað sálarliga
Rannvá Berg í Heiðunum, sum spældi á føroyska liðnum at kalla alla tíðina, vísti á, at leikararnir fingu nervar av at tónleikurin var so harður, og at tað brádliga bleiv so friðarligt og øll eyguni vóru á teimum. Hetta metir landsliðsvenjarin tó ikki vera ein sálarligur trupulleiki í spælinum.
- Tær mangla ikki nakað sálarliga. Tær skulu bara vinna sær størri royndir, so síggja vit ikki longur til slíkar feilir, sigur landsliðsvenjarin, sum hevur góðar vónir um at menna hetta liðið til at vera eins sterkt sum tað U19-landsliðið, sum vann silvur í NM-kapping herfyri.
- Tær kunnu nú brúka hesi eitt ella tvey árini, og eg haldi avgjørt, at tað letur seg gera. Hetta er ein tilgongd, og aftanfyri okkum hava vit sambandið, sum er sera positivt og bakkar okkum upp við øllum. Eg vil tí siga, at alt er til staðar fyri at røkka hesum, og at tær bara skulu ynskja tað og vera motiveraðar, segði Magnus Aðalsteinsson at enda.