Við sínum 167. landsdysti við róðrið hjá uruguayanska landsliðnum, tá Uruguay spældi HM-undankappingardyst ímóti Chile ígjár, javnaði Óscar Washington Tabárez, vanliga nevndur "Maestro" millum uruguaybúgvar, heimsmetið hjá týskaranum Josef "Sepp" Herberger fyri flestar landsdystir, sum A-landsliðsvenjari.
HM-gull vinnarin í 1954, Sepp Herberger var venjari hjá Hitler-Týsklandi í 70 dystum millum 1936 og 1942, og seinni hjá Vesturtýsklandi millum 1950 og 1962. Sepp Herberger stóð á odda fyri Vesturtýsklandi í 97 landsdystum. Sepp Herberger luttók í HM endaspølum í 1938, 1954 (gull), 1958 og 1962.
Óskar W. Tabárez gjørdist venjarin hjá La Celeste - Uruguay - á fyrsta sinni í 1988, og førdi Uruguay til HM endaspælið í Italia í 1990, men gavst beint aftaná. El Maestro bleiv uruguayanskur landsliðsvenjari aftur í 2006 og fekk lítla suðuramerikanska landið, sum er eitt stórveldi í heimsfótbólti, til hálvfinaluna í HM-endaspælinum, sum var í Suðurafrika í 2010, og fekk aftur í 2014 Uruguay til HM-endaspæli í Brasilia, har Uruguay fekk góðar sigrar ímóti Ónglandi og Italia. Uruguay vann suðuramerikanska meistaraheitið - Copa America - í 2011 undir hansara leiðslu. Hetta var 15. ferð í søguni Uruguay vann Copa America, og tað er met.
Sostatt var Tabárez venjari hjá Uruguay í 34 dystum í 1988-1990, og hevur verið venjari í 133 dystum ínntil víðari síðani 2006.T ey seinastu árini hevur heilsan hjá 69 ára gamla El Maestro ikki verið serliga góð, millum annað er hann vorðin illa gongdur, og hann má nýta høkjur og koyristól. Kortini vóna uruguayansku fjeppararnir, at Óskar W. Tabárez verður nóg byrgur til at standa á odda fyri landsliðnum í øllum førum fram til HM endaspalið í 2018 í Russlandi. Uruguay hevur havt eina góða HM undankapping, og liggur í løtuni á øðrum plássi í suðuramerikanska bólkinum aftaná 12 umfør. Seks umfør eru eftir at leika í HM-undankappingini, har øll tey 10 suðuramerikonsku londini møtast heima og úti. Teir seinastu seks HM undankappingardystirnir verða leiktir í 2017.
Fýra ella fimm lond úr Suðuramerika koma til endaspælið. Fýra beinleiðis, og nummar fimm spælir tveir play off dystir ímóti einum liði úr Asia um rættin at spæla í HM-endaspælinum.