Landsliðið til NM í Kópavági

Landsliðið í amboðsfimleiki farið til Íslands at umboða Føroyar til NM

Mynd: (Føroya Fimleikasamband)

Í gjár fór føroyska landsliðið í amboðsfimleiki farið til Íslands at umboða Føroyar til NM (Nordisk Mesterskab) í Kópavági. Kappast verður í dag og í morgin.

 

Í føroyska hópinum eru 13 fimleikarar. Seks menn og sjey kvinnur. Venjari hjá monnunum er Djóni Zakarisson, og hjá kvinnunum er Camelia Michaela Mindriel venjari og Marjun Jacobsen hjálparvenjari. Londini sum eru til hesa kappingina eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finland og so Føroyar.

 

- Fimleikasambandið er sera spent til hesa kapping, tí gongdin í føroyskum fimleiki hevur verið góð. Tað eru bert nakrar fáar vikur síðan, at vit sóu fleiri av okkara fremstu fimleikarum kappast í Danmark við sera góðum úrslitinum. Fimleikasambandið ynskir øllum bestu eydnu til kappingina, skrivar Fimleikasambandið á heimasíðuni.

 

Leinki til live stroyming finnast her: NM 2022 – fimleikasamband.is.

 

Mynd: (Føroya Fimleikasamband)