Hópurin til U20 EM-endaspælið í manshondbólti er úttikin

Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið 18 leikarar til U20 EM-endaspælið í Portugal

HSF boðar frá á hsf.fo, at U20-landsliðsvenjararnir, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið 18 leikarar til U20 EM-endaspælið í Portugal.

 

U20 HM-endaspælið í manshondbólti verður hildið í Porto í Portugal í tíðarskeiðmum 7. til 17. juli. 

 

Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Slovenia var hægst styrkismett í bólkinum og hava Føroyar ikki møtt teimum áður. Slovenia gjørdist nr. 4 til U19 EM í fjør (EM2021 átti at verið leikt í 2020, men var útsett vegna korona). Slovenska liðið átti tá topskjúttan í kappingini Mitja Janc, sum er yngri bróður kenda slovenska leikaran Blaz Janc, sum spælir í Barcelona.

 

Føroyar hava møtt Danmark einaferð. Tað var í august í 2021 í Scandinavian Open, tá Danmark vann við tveimum málum. Danmark gjørdist nr. 5 til EM2021, eitt pláss aftanfyri Slovenia.

 

Ungarn gjørdist nr. 9 til EM2021 og hava Føroyar møtt teimum einaferð áður í hesum árganginum. Tað var til European Open í 2019 og tá vann Føroyar 22-20.

 

Leiksskráin sær soleiðis út:

Hósdagin 7. juli Danmark – Føroyar

Fríggjdagin 8. juli Føroyar – Slovenia

Sunnudaign 10. juli Ungarn – Føroyar.

 

Teir úttiknu leikararnir eru: 

 

Málverjar:

Pauli Jacobsen, H71

Aleksandar Lacok, Neistin

 

Vinstri vengur:

Janus Dam Djurhuus, H71

Baldur Gillason, KÍF

 

Høgri vengur:

Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold

Hanus Árason, Neistin

Bogi Hansen, H71

 

Strikur:

Viktor Johan Nørlyng Gaini, GOG Svendborg

Sakir Frýdal, H71

Ísak Vedelsbøl, Neistin

 

Bakspælarar:

Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof

Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71

Pauli Mittún, H71

Óli Mittún, H71

Sveinur Olafsson, H71

Bjarni í Selvindi, StÍF

Ovi Lützen, Kyndil

Kristoffur Bjørgvin, Kyndil

 

Les meira um kappingina her:

M20 EHF EURO 2022 Portugal (eurohandball.com)