A-landsliðið hevði í fjør eitt rakstrarligt avlop upp á eina fjórðings millión, men hetta og nógv afturat varð etið upp, soleiðis at FSF hevði eitt hall av øllum landsliðsvirkseminum uppá sjey hundrað túsund krónur. Millum annað hetta sæst av roknskapinum, sum FSF hevur sent limafeløgunum undan ársaðalfundinum, sum verður í Norðurlandahúsinum komandi leygardag klokkan 10.
Og FSF hevur avgjørt at repa seglini, tá tað snýr seg um landsliðsvirksemi hjá teimum ungu.
? Á fíggjarætlanini fyri 1998 hava vit einki sett av til virksemið hjá U-15 landsliðnum. Hetta kemst partvís av, at vit royna at spara í rakstrinum, og tað kemst partvís av, at vit seta spurnartekin við úrtøkuna av hesum virkseminum, sigur Torleif Sigurðsson, og hann útgreinar soleiðis:
? At vit í viðgerðini av sparimøguleikum eru komnir til tað úrslit, at U-15 landsliðið skal hvíla í ár, kemst av, at vit ivast stórliga í úrtøkuni. Tað hevur ikki sæst aftur í úrslitunum hjá U-16 landsliðnum, at dreingirnir hava royndir frá U-15 landsliðnum, og vit hava onkuntíð upplivað, at tá dreingirnir koma aftur frá altjóða kapping við U-15 liðnum, so gevast teir at spæla fótbólt, og tá mugu vit siga, at vit hava ikki fingið tað burturúr, sum vit høvdu ætlað sigur Torleif Sigurðson. Hann undirstrikar, at tað ber ikki til at siga, at landsliðið er avtikið, men at tað fyribils er lagt stilt. Í FSF hevur verið stórur áhugi fyri at seta eitt U-21 landslið á stovn, men fyri kortum varð greitt, at hetta verður ikki gjørt, so leingi bara ein altjóða góðkendur grasvøllur er í landinum.
Tølini
Rakstrarliga úrslitið av øllum virkseminum hjá FSF í 1997 var eitt hall upp á 231.834 krónur, og av hesum áttu unglingalandsliðini 950.377 krónur. U-16 landsliðið var í kapping í Fraklandi á páskum, í NM í Finnlandi og í EM-undankapping í Hollandi, og tað kostaði 490.515 krónur. U-18 kvinnurnar spældu venjingardyst á heimavølli í móti Íslandi og luttóku í EM-undankapping í Noregi, og tað kostaði 166.969 krónur. U-15 landsliðið luttók í kapping í Danmark, og tað kostaði 156.595 krónur, og U-18 landsliðið, sum var í EM-undankapping í Týskalandi, kostaði Fótbóltssambandinum 136.299 krónur.
Eftir fullar avskrivingar og rentuútreiðslur er úrslitið hjá FSF eitt hall upp á 354.016 krónur. Avskrivingarnar eru upp á 112.178 krónur, og rentuútreiðslurnar eru tíggju túsund krónur.
Samlaða hallið hevði havt verið knappar 400 túsund krónur størri, um FSF ikki hevði valt at flyta 393 túsund krónur úr grunninum til venjaraútbúgvingar og til raksturin fyri 1997. Árið frammanundan vóru pengar eisini fluttir úr hesum grunninum. Tá var talan um 379 túsund krónur. Landskassastuðulin til henda grunnin var bæði árini trý hundrað túsund krónur.
Í kassan
Inntøkurnar hjá FSF stava frá a-landsliðsarbeiðnum, kappingarnevndini og frá studningi av ymsum slagi.
Tann fjórðings milliónin, sum a-landsliðið hevur drigið í reiðrið, stavar frá inntøkum upp á 3,689 milliónir og útreiðslur upp á 3,431 milliónum. Størsta inntøkan stavar frá samsýningini fyri sjónvarpsavtalu, sum var 1,9 milliónir. Hetta er tað, sum FSF fekk frá UFA í 1997. Fyri rættindini at sjónvarpa fekk FSF 209 túsund krónur, og tað er væl minni, enn árið frammanundan, tá upphæddin var 2,9 milliónir krónur. Munurin stavar frá, at í 1996 spældu Føroyar ímóti Slovakia, Jugoslavia og Spania á Svangaskarði. Serliga frá burtur úr seinast nevndu vitjan fingu UFA og FSF nógv burturúr, meðan tað sær út til at hava verið so sum so, tá Malta og Kekkia vóru á Svangaskarði.
Áskoðarainntøkurnar fyri tveir heimadystir í fjør vóru 840 túsund krónur, meðan tríggir heimadystir árið frammanundan góvu eina hálva millión. Tá Malta var á Svangaskarði 8. juni var áskoðarafjøldin metstór, 6.642, og tað er størsta orsøkin til góðu framgongdina á hesum posti, sjálvt um dystartalið var lægri, enn tað var árið frammanundan. Sponsorarnir hjá a-landsliðnum lótu eina góða hálva millión, og reklamuinntøkurnar vóru 135 túsund.
Europeiska fótbóltssamtakið, UEFA, hevur ein býtislykil fyri, hvussu inntøkurnar av Europa Cup virkseminum skulu býtast. At politikkurin hjá UEFA kemur væl við hjá í hvussu so er føroyska fótbóltssambandinum er eyðsýnt, tí í fjør fekk FSF 920 túsund krónur frá UEFA fyri luttøkuna í Europa Cup og Intertoto Cup.
Landskassastudningurin til FSF í 1997 var 755 túsund krónur.
Virksemið í kappingunum heima á landi gav í fjør eitt avlop upp á 287 túsund krónur. Inntøkurnar vóru 610 túsund krónur, og útreiðslurnar vóru 323 túsund.
Úr kassanum
Omanfyri er nevnt, hvat landsliðini kostaðu FSF í 1997. Umframt hesar nettoútreiðslurnar kostaði umsitingin av FSF 1,9 milliónir krónur.
Av hesum stavaðu 320 túsund av stóra virkseminum hjá útbúgvingardeildini,og skrivstovuhald, lønir og fundarútreiðslur fóru upp um milliónina.
Ikki óvæntað
At Fótbóltssambandið hevði undirskot á rakstrinum í 1997 var ikki nakað, sum kom óvæntað á FSF. Tá formaðurin legði roknskapin fyri 1995/96 fram á aðalfundinum fyri einum ári síðani, segði hann, at teir í fíggjarætlanini fyri 1997 roknaðu við einum halli upp á 1,4 milliónir krónur. Tað vil við øðrum orðum siga, at úrslitið er betri, enn roknað var við fyri einum ári síðani.
Ta ferðina vísti Torleif Sigurðsson á, at yvirskotið í undanfarna roknskapartíðarskeiðnum í ávísan mun var tengt at virkseminum, sum hevði verið árið frammanundan, og at úrslitið fyri 1997 í ávísan mun fór at vera tengt at virkseminum í 1996.