Pernille Brandenborg roynir seg í Keypmannahavn nú

Pernille Brandenborg var í dysti fyri København Håndbold í kvøld

Strikuleikarin á landsliðnum, Pernille Brandenborg gjørdi skjótt av aftaná húsagangin hjá Randers fyri stuttum. Stutt aftaná húsagangin kundi danska høvuðsstaðarfelagið, København Håndbold kunngera, at Pernille Brandenborg er nú partur av hópinum hjá København í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld spældi København móti Silkeborg-Voel á heimavølli. Silkeborg-Voel vann sannførandi 36-30. 

 

Tað var serliga í fyrra hálvleiki tað lá illa fyri hjá heimaliðnum. Í steðginum var Silkeborg-Voel á odda 22-15.

 

Pernille Brandenborg skoraði eitt mál í kvøld. 

 

Mikukvøldið 7. desember spælir København á útivølli móti Herning-Ikast. 

 

Støðan:

 

 

 

Nr.Lið: DystirStig
1Ikast 816
2Team Esbjerg914
3Odense 814
4København 912
5Nykøbing Falster810
6Silkeborg-Voel109
7Aarhus United98
8Viborg HK98
9Ringkøbing96
10Horsens85
11Ajax 85
12Skanderborg93
13SønderjyskE92