Landsrætturin herdi dómin

Maðurin, sum í Føroya Rætti varð dømdur eftir §232, ið snýr seg um blygnaðarskemd, varð í Eystara Landsrætti í dag dømdur eftir §§ 225 og 222. Samstundis var revsingin herd frá teimum átta mánaðunum, maðurin fekk í Føroya Rætti, upp í 18 mánaðir

BARNAPORNO: Ein 50 ára gamal varð í Føroya Rætti í desember dømdur fyri blygnaðarskemd. Hetta hóast ákæruvaldið vildi nýta §§ 225 og 222, sum snúgva seg um »anden kønslig omgang end samleje«.

Ákærdi maðurin hevur í eitt nærum tíggju ára langt tíðarskeið misnýtt tríggjar brøður við at hava fingið teir at nema við seg og nøkta seg sjálvan.

Hetta byrjaði í 1998, tá øll familjan var á frítíðarferð í Danmark. Har fekk maðurin fyrstu ferð elsta bróðurin at nøkta seg í eini svimjihøll, og sambært dreinginum sjálvum enddurtók hetta seg einar tíggju ferðir, meðan tey vóru í Danmark í feriu.

Ákærdi maðurin var giftur við ommuni at dreingjunum, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. Hann vildi hava dreingirnar at hjálpa »abbanum« - á ein serligan hátt kortini.

Elsti beiggin er føddur í 1987, og er tískil 20 ára gamal í dag. Hann var sostatt um 11 ára aldur, tá »abbin« byrjaði at biða um hesar serligu tænastur frá dreinginum.

Yngru beiggjarnir eru føddir í 1992 og 1993, og miðlingabróðurin hevur tí bert verið um átta ára aldur, tá ákærdi maðurin í 2000 byrjaði at fáa hesar serligu tænastur frá honum.

Í Føroya Rætti í desember vóru eingi vitni inni og góvu frágreiðing. Talan var um eina játtanarsak, og tí kom tað helst óvart á hjá ákæruvaldinum, at 50 ára gamli maðurin varð dømdur eftir mildaru §232, sum altso umfatar blygnaðarskemd. Hendan paragraffin viðførir eisini, at mál, eldri enn fimm ár, eru fyrnað. Og tískil vóru flestu misbrotini móti elsta beiggjanum ikki tikin við í Føroya Rætti, eins og hann bert fekk 5.000 krónur í endurgjaldi, meðan yngru beiggjarnir fingu 15.000 krónur.


Meldaður

Maðurin bað dreingirnar koma biltúr við sær, og hann hevði eftir øllum at døma gjørt seg út til tað, sum henda skuldi. Sambært frágreiðingini hjá elsta beiggjanum til løgregluna skifti maðurin kovboybuksurnar út við joggingbuksur, og hartil hevði hann sum oftast pappírshondklæði at turka upp eftir sær.

Eisini kom fram í Landsrættinum í morgun, at dreingirnir fingu pening fyri á hendan hátt at hjálpa »abbanum«. Yngsti beiggin hevur greitt frá, at hann plagdi at fáa 300 krónur afturfyri. Miðlingabeiggin fekk eisini pening, og tann elsti hevði einaferð fingið 800 krónur frá ákærda manninum.

Maðurin hevur í langa tíð misbrotið seg móti elsta beiggjanum, eisini eftir at hann var fyltur fimtan. Miðlingabeiggin varð misnýttur frá sumri 2000, tá hann altso bert var átta ára gamal, fram til apríl 2004. Yngsti beiggin varð misnýttur frá sumrinum 2005 til juni 2006.

Sum skiltist varð maðurin uppdagaður og síðani meldaður til Barnaverndina á staðnum, sum so aftur meldaði málið til løgregluna. Eftir hetta steðgaðu misbrotini, sambært ákærda partvís tí hann sjálvur helt seg gera nakað skeivt, men eisini tí hann varð meldaður, samstundis sum dreingirnir tá vórðu blivnir so mikið vaksnir.

Upp á fyrispurning um, hvussu ofta hesi misbrotin i fóru fram, hevði maðurin merkiliga ringt minni, og svaraði bara av og til. Men tað kom kortini fram, at hendingarnar í fyrsta førinum, altso við elsta beiggjanum, fór fram á átta ymiskum støðum. Hvussu ofta hetta hendi, dugdi maðurin ikki at siga næri enn av og til.


Kom á nátt

Í løgreglufrágreiðingini greiddi elsti beiggin frá, at hann, sum hin einasti, hevði kamar í kjallaranum, og tað hendi javnan, at 50 ára gamli maðurin vitjaði á nátt. Eitt nú kundi tað henda, at hann kom beinleiðis av skipi og inn til dreingin. Sambært dreinginum sjálvum hendi tað fleri ferðir.

Hendi tað seg, at maðurin ikki slapp inn, sendi hann sms til dreingin dagin eftir fyri at siga, at hann hevði verið framvið, men slapp ikki inn.

Í rættarframløgu síni segði ákærin, Finn Ougaard, at hann kravdi mannin dømdan eftir upprunaliga ákæruritinum, og tað merkti fyri tað fyrsta, at §§ 225 og 222 verða nýttar, samstundis sum hesar hava eina tíggju ára fyrningarfreist.

Hann vísti á, at talan var um ein álitisspurning millum familjulimir, og tað hevur ávirkað dreingirnar, at tað var »abbin«, sum vildi hava dreingirnar at »hjálpa« sær. Finn Ougaard vísti til líknandi dóm í Danmark, har ein ítróttaleiðari hevi misnýtt fimm dreingir millum 12 og 15 ár, har var tað bara hann, sum nøktaði børnini. Hetta gav ein dóm upp á tvey ár.

Ákærin endaði við at mæla til eina revsing upp á 18 mánaðir móti teimum 15, sum kravt varð í Føroya Rætti.

Verjin, Anfinn V. Hansen, helt hinvegin, at teir átta mánaðirnir, maðurin fekk í Føroya Rætti, var á einari leið. Hann vísti á, at talan ikki hevði verið um hóttanir og tvang, og at tað mátti roknast sum linnandi umstøður.

Men teir tríggir landsrættadómararnir, Knud Knudsen, Bloch Andersen og Ole Græsbøll Olesen, gjørdu av at døma mannin eftir §§ 225 og 222, og fekk maðurin 18 mánaðir fongsul, eins og ákæruvaldið bað um. Hartil skal maðurin rinda teimum trimum brøðrunum 15.000 krónur hvør, eins og hann eisini skal rinda fyri rættarútreiðslurnar.