Landsroyndin avlýst

Skipanin sveik enn einaferð

Eftirhondini er tað blivin ein framhaldssøga, at landsroyndin er í trupulleikum vegna trupulleikum við skipanini, men nú hendi tað so aftur. Tá næmingar í morgun skuldu rita seg inn, sveik skipanin og fleiri sluppu ikki inn at gera royndina.

 

Nakrir einstakir næmingar fingu atgongd til royndina, men tá bert einstakir fáa atgongd og ikki allir, ber ikki til at halda royndina.

 

Stutt tíð gekk inntil boð komu út á skúlarnar, at landsroyndin í dag var avlýst.

 

Tað eru 4. og 6. flokkar, ið skulu til landsroynd í føroyskum, støddfrøði og í náttúrulærugreinum. Endamálið er at fáa eitt innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum og at meta um støðið hjá næmingunum.