- Landsroyndir geva óneyðuga strongd

Otto Gram, heldur ikki, at landsroyndirnar fyri børn í fólkaskúlanum tæna røttum endamáli.

Í Skúlablaðnum í dag verður funnist at teimum landsroyndunum, sum eru vorðnar alsamt vanligari í fólkaskúlanum – heilt oman í fjórða flokk.

 

Otto Gram, fólkaskúlalærari, heldur at hetta elvir til óneyðuga strongd millum næmingar og lærarar, ið nú skulu hurra seg ígjøgnum eitt pensum, heldur enn at læra.

 

- Serliga í einum faki sum náttúru og tøkni, hvørs endamál er at kanna og uppliva náttúruna, verður fullkomiliga køvt, tá ið børnini skulu læra at krossa av í eftir einari bók, heldur enn at gera praktiskar royndir, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Otto Gram.