Fyrstu landsroyndirnar vóru hildnar í morgun, tá 4. flokkur var uppi í lesi- og skrivi roynd.
Mangan hava landsroyndirnar vera fongdar av tekniskum trupulleikum, men sambært Námi er ikki soleiðis hesaferð.
- Onkrir skúlar hava ringt og biðið um hjálp at logga á, men annars hava eingir trupulleikar verið. Skipanin hjá okkum vísir, at 730 av teimum 742 næmingunum í 4. flokki um alt landið, hava tikið royndina í morgun, sigur Óla Jákup Joensen.
Landsroyndirnar halda á til og við mikudagin og nú klokkan 11 verða tað næmingarnir í 6. flokki, sum skulu til landsroynd í fakinum náttúra og tøkni.