Landssjúkrahús/Røktarheim

Eftir at hava virkað sum sjúkrasystir í 24 ár, loyvi eg mær at átala umstøðurnar hjá røktarsjúklingum á Landssjúkrahúsinum LS, sum bara versna dag frá degi.

Okkara elstu og veikastu borgarar hava eina vanvirðiliga tilveru á Landssjúkrahúsinum.
Teirra einasta privata er ein song og eitt náttborð.
Tey verða flutt aftur og fram millum stovu/gongd (eisini á miðjari nátt). So vit fáa pláss at viðgera akuttar sjúklingar.
Hetta er fólkið, sum hevur lagt lunnar undir okkara samfelag. Mong fáa ikki tosað fyri seg, og teirra avvarðandi mugu á knøini, fyri at fáa teimum bara eitt stað at vera.
Tað tykist sum okkara politikarar ikki skilja, at eitt sjúkrahús er eitt sjúkrahús, og eitt røktarheim er eitt røktarheim. Tí er yvirbelegningur av røktarsjúklingum, so skuldi tað sæst á røktarheiminum (við t.d. 2-songsstovum sum fyribilsloysn).
Sum støðan er, so syndrast LS, og allar miðvísar strategiðir/ætlanir detta á gólvið. Starvsfólk eru strong, tí hetta er ikki gott nokk.
Tað sigst at eitt samfelag kann metast eftir, hvussu tey veikastu hava tað. Støðan hjá teim veikastu er skammilig fyri okkara samfelag.