Landssjúkrahúsið er sjúkrahúsið hjá øllum føroyingum

-Tað er sjúklingurin, sum er í fokus í øllum tí, sum Landssjúkrahúsið fæst við. Tí eru vit sera glað fyri, at vit nú kunnu bjóða sjúklingunum betri umstøður, enn vit hava kunnað í nógv ár. Vit á Landssjúkrahúsinum fara at gera okkara til, at sum mest fæst burturúr teimum nýggju karmunum, sum hesin bygningurin gevur segði Poul Geert Hansen, sjúkrahús

stjóri, tá nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum varð tikin alment í brúk í farnu viku

Sjúkrahús
Jan Müller
[email protected]


-Tað er eitt stórt stig framá fyri tað føroyska heilsuverkið, at hesin stásiligi sjúkrahúsbygningur nú stendur liðugur og klárur til brúk: At veita føroyskum sjúklingum heilsubót seegði Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri, tá hann røddi á móttøkuni í farnu viku.

Hann vísti á, at hetta er størsta útbyggingin av føroyska heilsuverkinum síðani 60'ini og nú fáa vit betur møguleika fyri at fylgja við í gongdini innan heilsutænastur í londunum, sum vit vanliga samanbera okkum við. Og hann helt fram:

Rós til politikararnar
-Landssjúkrahúsið er sjúkrahúsið hjá øllum føroyingum. Tað er á Landssjúkrahúsinum, at serfrøðin innan læknavísindini í Føroyum er savnað. Tað hevur so ómetaliga nógv at siga fyri trivnaðin og vælferðina í hesum samfelagnum, at vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahús, sum er ført fyri at bjóða føroya fólki eina so góða heilsutænastu sum møguligt. Tað verður neyvan nakrantíð soleiðis, at allar heilsutænastur verða boðnar út her heima. Men málið er, at tað sum kann viðgerðast her, skal viðgerðast her. Tað hava vit fingið betur møguleika til, við hesum nýggja bygninginum segði sjúkrahússtjórin og staðfesti, at okkara politikkarar við avgerðini um at byggja henda bygningin hava sýnt framskygni og áræði.

-Tað er ein stór uppgáva hjá einum so lítlum landi sum Føroyum at hava eitt vælútbygt sjúkrahús og í nógv ár hava trupulleikarnir við hølunum á Landssjúkrahúsinum verið skumpaðir víðari til komandi politisku avgerartakarar. Ikki fyrr enn fyri 6-7 árum síðani var tíðin búgvin og avgjørt var at fara i gongd við at bøta um umstøðurnar.

Nú stendur hesin bygningurin so liðugur, og tað er at fegnast um.

Loysnirnar eru tekniskt og heilsufrøðiliga framkomnar og nøkta tørvin, sum tær ymsu sergreinirnar seta, men tær eru samstundis tilpassaðar okkara lítla samfelagi - so talan er um eina kompleksa og kompakta loysn í einum.

Sjúklingurin betri umstøður
Hvat hevur sjúklingurin so fingið við hesum bygninginum spurdi Poul Gert Hansen!

-Jú sjúklingurin hevur fingið munandi betri umstøður, tá hann hevur eitthvørt samband við Landssjúkrahúsið.

Ovast á 4. hædd í bygninginum hava vit eina nýmótans seingjadeild, sum í sjúklingakomforti livir upp til vanlig krøv og umstøður, sum dagsins samfelag setir.

Á 3. hædd kunnu sjúklingar nú koma inn til medisinskar kanningar og viðgerðir ambulant. Tað er ein sannroynd, at fólk helst vilja sleppa undan at verða innløgd, og at tey oftast koma fyri seg fyrr, um tey eru í sínum heimliga umhvørvi.

Á 2. hædd eru 6 nýggjar, ljósar og vælútgjørdar skurðstovur, sum geva møguleika fyri einari nógv effektivari arbeiðsgongd. Hetta kann verða við til at halda bíðitíðirnar hjá sjúklinginum niðri. Tær smærri skurðviðgerðirnar kunnu í nógv størri mun tilrættaleggjast sum dagskurðviðgerðir, so at sjúklingurin sleppur heimaftur sama dag, sum hann kom.

Á tí 1. hæddini í bygninginum hava sjúklingar fingið eitt nógv betur útgjørt stað at koma til Landssjúkrahúsið, tá teir hava tørv á bráðfeingis læknahjálp. Tað kann verða alt frá eini størri ferðsluvanlukku til eina brotna tá ella eitthvørt álvarsamt, sum krevur medisinska servitan. Teir flestu sjúklingarnir fara at fáa ta fyrstu kanningina og stabiliserandi viðgerðina í bráðfeingis móttøkuni. Pláss er eisini gjørt til kommunulæknavaktina, sum framvegis skal visitera sjúklingin, áðrenn sjúkrahúsið tekur ímóti.

Hæddin rúmar eisini intensivu deildini, sum fyrr lá á B8 - so fólk skulu til at venja seg við, at orðafellið: "Hann ella hon endaði á 8" ikki longur kann brúkast, uttan so at talan er um hjartasjúklingar. Sjúklingurin hevur samstundis fingið munandi betur umstøður undir intensivu viðgerðini.

Sjúkrahússtjórin vísti á at í hesi høllini móttøkan var, er byrjað at gera nýggju forhøllina hjá sjúkrahúsinum, so sjúklingar og vitjandi kunnu føla seg væl í einum opnum og ljósum umhvørvi. Farið verður ígongd við at samanbyggja bygningarnar á 1. hædd, beint eftir árskiftið.

Í kjallaranum ella 0. hædd er ein nýggj rannsóknarstova bygd, sum hevur samlað og nútímansgjørt umstøðurnar, sum tær ymsu rannsóknarstovukanningarnar verða gjørdar í. Hervið verður royndin, sum kommunulæknin ella sjúkrahúslæknin hevur biðið um, viðgjørd á eini tekniskt framkomnari rannsóknarstovu - og hetta er sjálvandi eisini til gagns fyri sjúklingin.

Sjúklingurin í fokus
Tað er sjúklingurin, sum er í fokus í øllum tí, sum Landssjúkrahúsið fæst við. Tí eru vit sera glað fyri, at vit nú kunnu bjóða sjúklingunum betri umstøður, enn vit hava kunnað í nógv ár. Vit á Landssjúkrahúsinum fara at gera okkara til, at sum mest fæst burturúr teimum nýggju karmunum, sum hesin bygningurin gevur.

Men tað er samstundis sera umráðandi, at øllum er greitt, at hetta er bara ein byrjan og tað er langt eftir á mál fyri at hava nøkulunda nøktandi fysiskir karmar á Landssjúkrahúsinum.

Verandi bygningar eru sum flestum kunnugt í sera ringum standi og treingja til umfatandi umvælingar og umbyggingar. Hesi seinastu 20-30 árini er alt ov lítið av peningi brúktur til at viðlíkahalda ognirnar og tí standa vit í dag við eini stórari uppgávu at loysa. Samlaða bygningsarealið hjá Landssjúkrahúsinum er uml. 50 túsund fermetrar - ella ein fermetur fyri hvønn føring.

Tað er støddin á øllum bygningum í einari miðalstórari føroyskari bygd. Eitt sjúkrahús er ein tekniskt nógv meiri kompliseraður bygningur enn eini vanlig sethús ella virkisbygningur, so tørvurin á peningi til viðlíkahald er har eftir.

Poul Geert Hansen segði annars, at tá farið var undir hesa útbyggingina vísti ein neyv støðumeting, at tørvur var á eini góðari hálvari milliard krónur til útbygging, umbygging og umvælingar. Síðani tá er hesin bygningurin bygdur og hol er sett á hesa prosessina, sum vit vóna fer at halda áframm inntil komið er á mál.

Tað krevur støðufastar politikkarar, sum halda kósini sum er sett - og tað fer at taka eini 10 ár afturat við eini árligari játtan upp á 35 mió.kr.
Nú fer tað framhaldandi arbeiði í gongd og vit trúgva upp á, at um umleið 10 ár hava vit eitt sjúkrahús, sum allir føroyingar vilja kennast við.

Poul Geert Hansen vísti annars á, at sjúkrahúsbygging er eitt tað mest kompliseraða byggjarí, sum kann hugsast, so her hava nógv klók høvd ligið í bloti. Hann takkaði øllum teimum, sum hava verið við til at fullføra verkið. Tað er Landsverk, sum hevur haft uppgávuna sum byggiharri og stýrt tí fíggjarliga og helt sjúkrahússtjórin fyri, at tað er gjørt á ein hegniligan hátt, so at byggingin hevur hildið seg innanfyri tann upprunaliga fíggjarliga karmin. Hetta er rættuliga einastandandi, tá hugsað verður um, hvussu stórar óvissur hava verið í hesari byggingini.


Í kassa


Fakta

Tað er arkitektavirkið hjá Árna Winther, sum hevur teknað bygningin og staðið fyri eftirlitinum. Landsbyggifelagið og virkið hjá Sofus Jacobsen hava staðið fyri tí byggiteknisku ráðgevingini.

Bygningurin er 5.600 fermetrar og tað eru lagdir
-18 km av rør og 130 km kaðal
-1300 sprinklardysir
-1500 lampur
-1200 stikkontaktir
-149 vøsk, tí reinføri er í hásæti.
-og luftskiftið er 70.000 m3 í tíman