Landssjúkrahúsið heilsuskaðiligt

Heilsuskaðiliga útlátið sum í vikuni skaddi handverkarar í arbeiði hjá Landssjúkrahúsinum, eru bert nýggjastu tíðindini í røðini av døprum viðurskiftum á Landssjúkrahúsi okkara.

Undandømi

Leiðsluklandur, burturblivin abortur og starvsfólkastríð eru onnur undandømi, sum avgjørt ikki styrkja um ridlandi umdømi Landssjúkrahúsið hevur millum fólk. Ei undur í um brúkarin stendur ivandi. Trygga tænastan í trygga umhvørvinum, kann lættliga gerast bundin við ótta og misálit. Vælarbeiðandi starvsfólkaliðið gerst syndabukkurin í leikinum. Nei her má vend koma í og neyðug stig takast til at staðfesta ábyrgd so tryggjast kann brúkaranum eitt trygt Landssjúkrahús.


Feskasta dømi

Heilsuskaðiliga útlátið nertir við fleiri tættir. Rættiliga greitt er at umhvørvi, arbeiðsumhvørvi og heilsufrøðilig viðurskifti ikki verða viðfarin innan teir fakligu karmar, og í tí álvara slík viðurskifti eiga at handfarast.

Umhvørvi

Aloftast verður fjarstøða okkara til onnur lond tikin sum ein vansi. Í umhvørvisspurningum er júst tað øvugta galdandi. Her er fjarstøðan til onnur dálkaði lond ein styrki. Reina náttura okkara er uttan iva størsta aktiv vit føroyingar eiga í einum alsamt meiri dálkaðum heimi. Reint og liviligt umhvørvi er ein treyt vit sjálvi treytaleyst eiga seta okkum í stríðnum fyri at fáa aðrar, m.a. grannatjóðir, at virða og verja framtíðar føroyar sum staðið har reina og góða rávøran finst. Staðið har fríska luftin og grøna grasið liva og geva lív.

Hóast "bert eitt heilsuskaðiligt útlát", so er dømið á Landssjúkrahúsinum eitt grovt brot á henda hugsunarhátt. "Bert eitt heilsuskaðiligt útlát" er eftir øllum at døma ein nøgd ið lættliga snýr seg um fimm til tíggju tons av tungmetallum um árið, sum farin eru út í havnarvág hesi farnu árini. Undrunarvert at fólk í høvuðsstaðarøkinum við áhuga fyri seiðafiskaríi, ella grindamati, ikki hava tikið skaða. Ella hava tey!

At eitt slíkt heilsuskaðiligt útlát kann fara fram í átta til tíggju ár, uttan at nakar av pørtunum ið vara av málinum, gera vart við spurningin er ófatiligt. Samstundis hava tey smærru sjúkrahúsini nýtt mannagongdir til burturbeinan av heilsuskaðiliga tilfarinum, sum eru í tráð við arbeiðsumhvørvislógina. Umberingar sum "vistu ikki av" og "eingin játtan" eru ikki nóg góðar grundgevingar her. At tað so eisini er størsti vitanartangin í landinum innan heilsuframa, sum fremur heilsuskaðandi brot á umhvørvi og arbeiðsumhvørvi, er so mikið meira mótsigandi og óskiljandi.


Arbeiðsumhvørvi

At arbeiðsskaðin eftir øllum at døma heldur ikki er fráboðaður rætta myndugleika er sera ivasom viðferð av málinum. Um tað nú er Landssjúkrahúsið ella entreprenørurin, sum reint tekniskt er ábyrgdarhavari á økinum. Samstundis varpar óhappið ljós á tann veruleika at verandi arbeiðsumhvørvislóg ikki í nóg stóran mun røkkur almennum stovnum, tá arbeiðsumhvørvisábyrgd skal staðfestast. Ì løtuni kunnu bert teir persónarnir sum vóru fyri óhappinum (møguliga) ábyrgdast, meðan veruligu ábyrgdarhavarnir ikki kunnu revsast. Tí skal nýggj arbeiðsumhvørvislóg sjálvandi leggjast fyri tingið í hesum tingári.


Samanumtikið

Støðan á Landssjúkrahúsinum er ikki nøktandi. Ei heldur er tað í hesum føri nøktandi at geva polikarunum skuldina. At bøta um álitið á, og umdømi av Landssjúkrahúsinum er fyrst og fremst ein leiðsluspurningur. Summi viðurskifti á einum arbeiðsplássi fevnast og loysast einans av leiðsluni, og so er í hesum føri.


Páll á Reynatúgvu

Tjóðveldismaður