STARVSSETAN
Heri Kragesteen og Kári Petersen eru frá 1. august farnir í starv sum sálarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum. Heri Kragesteen, sum hevur starvast sum lærari á Føroya Læraraskúla í nógv, er settur í fast starv, og Kári Petersen, sum í nøkur ár hevur arbeitt á Sernámsdeplinum, røkir farloyvisstarv fyri Ásvør Skaalum. Frammanundan starvast Eyðun Joensen sum sálarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum.