Landssjúkrahúsið

...

Tað skal verða funnist harðliga at leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum slett ikki hevur skil fyri at fremja sparingar.

Tað eru nú fleiri ár síðan, ein í høllini á Landssjúkrahúsinum var við til ein almenna pallborðsfund um sparingar.

Tað var tá ið Jóannes Eidesgaard var fíggjarmálaráðharri í Tinganesi, og hvar ið ein tá vísti á orkusparing, ið kundi spara helvtina av oljunýtsluni. Tað var tá møguligt at fáa eina nógv betri útnyttan av spillihitanum, sum vildi gjørt núverandi sparingar týdningarleysar. Tað prógva núverandi sparingar, at leiðslan ikki hevur skil fyri slíkum, og at tað er gingið út yvir læknar/sjúkrasystrar og onnur starvsfólk. Tað hevur eingin av teimum uppiborið, sum hava fingið eina ómenniskjansliga viðferð, ið prógvar hvussu harðrend leiðslan er á Landssjúkrahúsinum. Tað hevði tí loyst seg nógv betur at fingið opnað deildirnar, útnyttað tær fult út og fingið skipað javnvág í hitaskipanum á øllum Landssjúkrahúsinum. Tað er eftir hetta at man kundi lækkað hitan niður til vanliga stovuhitan á øllum deildum á Landssjúkrahúsinum, tað hevði givið eina munandi sparing. Tað gevur eina munandi sparing at fáa tikið eldføstu steinarnar út úr forbrenningskamarinum, seta termostatin nakað niður og seta minst loyvdu dysu í brennaran. Tað er við chuntventilinum, at hitin í radiatorum og heittvatnsskipanum verður regulerað so vit fáa javnvág millum brúk av heittvatni í brúsum/kranum og hitan í radiatorum. Tað er uppá tíðina at tit geva tykkum á Landssjúkrahúsinum far um slíkt, sum ein í hesum lesarabrævi hevur nevnt, og at tit síðan fáa kannað hesi viðurskifti ongantíð ov skjótt. Tað er eisini uppá tíðina at tit fáa hildið uppat við tí ómenniskjaligu viðferð av læknum/ sjúkrasystrum og øðrum starvsfólkum í komandi ári, so hesi fáa arbeiðsfrið fyri tykkum. Tað, sum er farið fram hesi seinastu nógvu árini, skuldi langt síðan havt fingið fylgjur fyri leiðsluna, sum ikki hevur viljað ráðført seg við starvsfólkabólkarnar á øllum Landssjúkrahúsinum. Tað er eisini ein stór skomm, at vit í dag ikki hava eitt fíggjarliga forsvarlit skipað Landssjúkrahús og hvør sjúklingar ikki framhaldandi í komandi ári skulu líða undir, ið ikki sømir seg. Tað er avgerandi neyðugt at fáa skipað fíggjarlóg, sum er forsvarlig fyri eitt Landssjúkrahús, so at vit sleppa undan skilaleysum sparingum í komandi ári hvar neyðugt verður at fáa samskipað alt arbeiði á Landssjúkrahúsinum.


    Hans Birgir Hansen