Á Keypsportali Landsins verður nú lýst eftir seks nýggjum elbilum til Landssjúkrahúsið. Har verður millum annað skriva, at bilarnir skulu í størstan mun lúka hesar treytir:
• Skulu vera elbilar (góðar 400 km WLTP).
• Støddin á bilunum skal í minsta lagi vera í “Polo”-klassanum.
• Fýra vaksin skulu kunna brúka bilin (4 hurðar).
• Skulu hava ein myrkan, neutralan lit – gráir/svartir.
• Skulu hava tónaðar rútar aftan.
• Skulu kunna leverast skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi í januar 2025.
• Skulu vera egnaðir til at koyra millum bygdir í øllum veðri.
• Skulu hava eyka sett av felgum við vetrardekkum
Vekting:
• Prísur vektar 65% og koyrieginleikar, komfort, praktiskt nýtsluvirði, góðska og útgerð vekta 35%
• Førarin av bilinum metir um koyrieginleikar, komfort, praktiskt nýtsluvirði, góðsku og útgerð.
Tilboðini skulu vera greið og væl útgreinað, tvs. prísir við og uttan meirvirðisgjald.
Landssjúkrahúsið ynskir at royna bilarnar áðrenn avgerð verður tikin.
Sambært útboðstilfarinum, so verður vinnarin kunngjørdur 2. desember – men fær Landssjúkrahúsið ikki nøktandi tilboð, so tilskilar Landssjúkrahúsið sær rætt til ikki at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum.