Landsstýrið eigur at bera útreiðslurnar

Kommunusamskipan Føroya hevur sent landsstýrinum opið bræv, har gjørt verður vart við, at landsstýrið sjálvt eigur at bera útreiðslurnar í sambandi við skattalættan hjá pensjónistum

Kommunusamskipan Føroya hevur á fundi umrøtt mál landsstýrisins um skattalætta til pensiónistar og ynskir at viðmerkja, at kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya taka fult og heilt undir við skattalætta til pensiónistarnar, men átalar og er harðliga ímóti, at landsstýrið við lógaruppskotinum ikki sjálvt ber útreiðslurnar av skattalættanum í landsskattinum, og at kommunurnar í kommunuskattinum skulu bera áleið eina helvt av útreiðslunum.
Kommunurnar skulu rekast við ábyrgd yvirfyri teirra borgarum og laga sínar útreiðslur við grundarlagið í frammanundan lagdari fíggjarætlan. Hetta merkir, at fíggjarætlanin fyri fíggjarárið 2002 longu varð samtykt áðrenn 1. oktober 2001.
Fíggjarætlan kommununnar verður gjørd í bestu sannføring út frá tí tørvi og orku, sum tað verður mett fíggjarliga forsvarligt at reka kommununa og við atliti til at tæna borgarunum á besta hátt.
Beint fyri jól kom út bóklingurin ?Staðfesting og raðfesting av uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur?, sum ein arbeiðsbólkur settur av løgmanni hevur gjørt, og á síðu 89 seinast undir 3.2 Skattaskipan, verður nevnt: ?Kommunurnar eiga at verða skaðaleysar av umbýti og frádráttum í skattaskipanini, tó so at barnafrádrátturin eigur at verða borin av kommununum, so leingi tær áseta hann sjálvar.?
Við uppskotinum um skattalætta til pensiónistar hevur landsstýrið ikki víst á, hvaðani tann írestandi inntøkan skal koma frá til at gjalda skattalættan við.
Landsstýrið eigur at virða kommunala sjálvræði og frælsi og ikki koma við ófráboðanum uppskotum og sum eru útreiðslukrevjandi fyri kommununar, eftir at fíggjarætlan kommununnar er løgd. Hetta kann fullkomiliga taka støði undan inntøkugrundarlagnum hjá kommununum og eina útreiðslu, sum ikki varð roknað við frammanundan. Hetta kann eisini viðføra, at kommununar koma í fíggjarligt óføri og máar støði undan tí fíggjarligu sjálvsábyrgdini hjá kommununum.
Kommunusamskipan Føroya vil tí heita á landsstýrið um at vísa á, hvaðani tann írestandi inntøkan skal koma frá til at gjalda skattalættan við, uttan at hetta á nakran hátt kemur at nerva løgdu fíggjarætlan hjá kommununum.