Føroya Landsstýri gevur út nýggja lánsbrævarøð, sum verður listað 22. juni 2011 á Nasdaq OMX Iceland og á Nasdaq OMX Copenhagen.
Lánsupphæddin er 1.350 mió kr. Peningurin verður lutvíst brúktur til at fíggja nettohall í 2010 og 2011 (350 mió kr) og lutvíst til at endurfíggja brævalán, sum falla til gjaldingar í juni 2012 (1.000 mió kr). Í sambandi við lántøkuna tann 22. juni verða uppkeypt fyri 670 mió kr í lánsbrøvum og skuldin minkað samsvarandi. Fram til afturgjaldingardagin 11. juni 2012 verða uppkeypt fyri upp til 330 mió kr so hvørt, sum áhugi verður fyri at selja.
Lánið er eitt 5-ára standandi lán, sum fellir til gjaldingar 22. juni 2016. Rentan til íleggjarar er skiftandi CIBOR 3 mðr + 0,75% p.a. Rentan tríggjar fyrstu mánaðirnar er 2,235% p.a.
Í sambandi við lántøkuna er gjørd Swap umlegging frá skiftandi rentu til fasta rentu í 5 ár. Við hesi umlegging verður beinleiðis lánkostnaðurin hjá landsstýrinum 3,81% p.a. komandi fimm árini, sum lánið gongur.