Landsstýrið kunnar um samráðingarnar hósdagin 15. juni

Frágreiðing um, hvat landsstýrið fer at føra fram á fundinum við donsku stjórnina tann 15. juni um rættindini hjá donskum og føroyskum borgarum í londunum hjá hvør øðrum

Inngangur

Í samráðingaruppleggið sínum skjeyt landsstýrið upp, at føroyingar og danir skulu hava full rættindi í londunum hjá hvør øðrum eftir at Føroyar hava fingið fullveldi.

Orsøkin til hetta var, at so nógvir føroyingar eru í Danmark og so nógvir danir eru í Føroyum.

Danska stjórnin ynskir eisini at borgararnir skulu hava víðfevnd rættindi í londunum hjá hvør øðrum, men vil í staðin hava, at hetta í grundregluni skal verða skipað í trá við rættindi sambært teimum norðurlendsku sáttmálunum.

Á teimum økjum har rættindi í trá við hesar sáttmálar ikki eru nøktandi, skulu so serligar skipanir gerast í sáttmálanum.

Umstingarliga hevði verið einfaldast, um uppskotið hjá landstýrinum varð fylgt, men hinvegin geva rættindi í trá við teir norðurlendsku sáttmálarnar so góð rættindi og fevna um so nógv øki, at tað ber til at fáa eina skipan á hesum grundarlagnum, sum verður so at siga líka góð fyri føroyingar, sum hon hevði verið sambært uppskoti landsstýrisins.

Harafturat er grundreglan í Danmark, eins og í hinum norðurlondunum, at rættindi og skyldur fyrst og fremst eru knýtt at teimum persónum, sum búgva í Danmark og ikki at tjóðskapi teirra.

Her verður hugt at teimum rættindum, sum ivi kann standast um, og hvørja ætlan landsstýrið hevur á teimum ymisku økjunum.


Tey viðkomandi økini

Rætturin til uppihald og arbeiði í Danmark

Ríkisborgarar í teimum norðurlendsku londunum hava á hesum øki full rættindi í londunum hvør hjá øðrum (tó eru nøkur undantøk fyri serlig fakøki. Sí niðanfyri undir ?arbeiðsmarknaður)


Rættur til at fáa danskt pass

Hetta er bert fyri danskar ríkisborgarar. Men hóast føroyingar eru danskir ríkisborgarar sum er, so verður eingin munur á hesum øki orsakað av at Danmark er ES-limur meðan Føroyar ikki eru tað. Tí hóast føroyingar í dag kunnu fáa danskt ES-pass, so hava teir sambært eini frágreiðing, sum danska løgmálaráðið sendi landsstýrinum tann 7. apríl 1999, ikki rætt at nýta hetta pass sum um teir vóru ES-borgarar. Bert ES-borgarar hava rætt at nýta ES-pass sum ES-borgarar.

Rættur at fáa verju á donskum umboðsstovum uttanlands

Hetta er í grundregluni bert fyri danskar ríkisborgarar, men trygging av rættindum føroyinga til framhaldandi kunna nýta danskar umboðsstovur er við í sjálvum sáttmálauppskotinum. (Protokol om udenrigsanliggender).

Harafturat er ein avtala millum norðurlond um, at norðurlendskir borgarar kunnu nýta umboðsstovur hvør hjá øðrum.

Valrættur og valbæri í Danmark til fólkatingið og Europa-parlamentið

Hetta er bert fyri danskar ríkisborgarar.


Rættur at fáa starv sum ráðharri í stjórnini og tænastumaður

Her er grundreglan, at danskir myndugleikar hava rætt at seta sum treyt, at viðkomandi er danskur ríkisborgari. Føroyingar hava sambært heimastýrislógini eisini rætt at seta hesar treytir í Føroyum í dag. Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu. (Sí eisini niðanfyri undir ?arbeiðsmarknaður?).

Rættur at verða útnevndur til nevning ella dómsmann

Hetta er bert fyri danskar ríkisborgarar.


Rættur til forsorgarhjálp

Danskur ríkisborgararættur er hvørki ein treyt fyri at fáa forsorgarveitingar ella aðra forsorgarhjálp. Her er tað sambært danskari lóggávu ikki ríkisborgarætturin, men bústaðurin, sum er avgerandi.

Harafturat tryggja teir norðurlendsku sáttmálarnir, at norðurlendskir borgarar hava rætt til sosialar veitingar í øllum norðurlondum. (Ávísar avmarkingar eru kortini. Sí niðanfyri undir ?almannaviðurskifti?)


Rættur til fólkapensión

Tú kanst fáa danska fólkapensión hóast tú ikki hevur danskan ríkisborgararætt, um tú, frá tí at tú vart 15 til tú vart 67, hevur búð minst 10 ár í Danmark. Minst 5 av hesum árum skulu vera í tíðini beint áðrenn pensiónsaldurin.

Her skjýtur landsstýrið upp, at partarnir í staðin gera avtalu um, at borgarar í Danmark og Føroyum á hesum øki fáa javnbjóðis rættindi í londunum hjá hvør øðrum. (Sí niðanfyri undir ?almannaviðurskifti?)


Rættur til at vera sjálvstøðugur vinnurekandi

Ríkisborgarar í øðrum norðurlendskum londum hava somu rættindi sum danskir ríkisborgarar til at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi í Danmark. (Tó við einstøkum undantøkum. Sí niðanfyri undir ?arbeiðsmarknaður?).


Rættur til útbúgving

Norðurlendskir borgarar hava rætt at nema sær miðnámsútbúgving og hægri útbúgving í londunum hvør hjá øðrum. Londini rinda 22.000 kr. um árið fyri hvønn, men íslendingar rinda einki.

(Útlit eru til, at Føroyar fáa somu støðu sum Ísland. Sí niðanfyri undir ?útbúgvingarøkið?)


Rættur til útbúgvingarstuðul (SU)

Ongar norðurlendskar skipanir eru á hesum øki, men landsstýrið skjýtur upp, at partarnir gera sáttmála um javnbjóðis rættindi hvør hjá øðrum á hesum øki.


Skyldur

Skyldurnar hjá øllum borgarum í Danmark eru tær somu uttan mun til, um teir eru danskir ríkisborgarar ella ikki. Einasti munur er, at bert danskir ríkisborgarar hava herskyldu.


Nærri lýsing av teimum einstøku økjunum


Útbúgvingarøkið

Útbúgvingarøkið kann býtast í tveir partar, sum í norðurlendskum høpi eru skipaðir á ymiskan hátt. Hesir eru rætturin til útbúgvingarpláss, og rætturin til útbúgvingarstuðul.

Rætturin til útbúgvingarpláss til miðnámsútbúgving og hægri útbúgving er í norðurlondum skipaður sambært norðurlendskum sáttmálum, meðan rætturin til útbúgvingarstuðul er skipaður sambært innlendskari lóggávu.


Atgongd til útbúgvingar

Hetta øki er skipað sambært norðurlendskum sáttmála um útbúgvingarsamstarv á studentaskúlastøði, og norðurlendskum sáttmála um atgongd til hægri útbúgvingar.

Sáttmálarnir eru gjørdir við tí fyri eyga at tryggja, at øll í norðurlondum hava fría og javnbjóðis atgongd til útbúgvingar hvør hjá øðrum, og fyri at tryggja sínámillum góðkenning av próvtøkum í sambandi við útbúgvingar í hinum norðurlondunum.

Einki gjald er fyri útbúgvingar á studentaskúlastøði. Í sambandi við hægri útbúgvingar rindar hvørt land 22.000 kr. um árið fyri hvønn, men íslendingar rinda einki.

Danska stjórnin gav 2. mai lyfti um, at hon í norðurlendskum høpi vil virka fyri, at føroyingar fáa rættindi sum íslendingar.


Danska skipanin viðvíkjandi lærlingum er rættiliga serlig, bæði í mun til hini norðurlondini, og í mun til eit nú Ongland; men føroyska skipanin er myndað eftir teirri donsku. Tí hevði - serliga viðvíkjandi teoretiska partinum av smærru økjunum - verði upplagt at havt tætt samstarv við Danmark á økinum.


Útbúgvingarstuðul

Hetta økið er bert skipað sambært innlendskari lóggávu.

Tó hava norðurlond miðað eftir at fáa felags reglar fyri atgongd til útbúgvingarstuðul hjá hvør øðrum. Høvuðsreglan er, at ein ríkisborgari í einum norðurlandi skal hava búð og arbeitt í einum øðrum norðurlandi í tvey ár fyri at fáa rætt til útbúgvingarstuðul.

Tað finnast tó fleiri sera lagaligar reglur. Týskir ríkisborgarar, sum hoyra til danska minnilutan í Suðurslesvík, hava t.d. sama rætt til danskan útbúgvingarstuðul sum danskir ríkisborgarar, og finskir ríkisborgarar, sum hava álendskan ?hembygdsret? (heimarætt), hava rætt til svenskan útbúgvingarstuðul á jøvnum føti við svenskar ríkisborgarar.

Danski stovnurin Statens Uddannelsesstøtte hevur við støði í tølum frá 1998 mett, at føroyingar sum er tilsamans fáa 32,9 milliónir í donskum útbúgvingarstuðuli.


Heilsuviðurskifti

Á heilsuøkinum eru hesi viðurskifti viðkomandi:

?Hospitalsviðgerð

?Tænastur frá kommunulæknum

?Tænastur frá jarðarmøðrum

?Fyribyrgjandi kanningar og fyribyrgjandi viðgerð

?Sjúkratrygging


Hesi øki eru við í norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygging, og her verða tí ongar broytingar í mun til verandi rættarstøðu. Ein persónur úr einum norðurlandi hevur rætt til veitingar á øllum økjum í einum øðrum norðurlandi, um hann hevur fastan bústað í landinum. Hetta er uttan mun til, um talan er um bráðfeingis tørv ella tørv á meiri varandi viðgerð. Tann einasta treytin er, at hann hevur fastan bústað í landinum.


Ríkissjúkrahúsið

Skipanin, har føroyskir myndugleikar móti gjaldi senda sjúklingar til viðgerðar á ríkissjúkrahúsinum, átti ikki at verði ávirkað av broytingum í ríkisrættarligu støðu Føroya, tí teir føroysku myndugleikarnir rinda longu sum er fullan prís. Tað finst eingin norðurlendskur sáttmáli, sum snýr seg um hesi viðurskifti.


Almannaviðurskifti

Pensiónir

Verandi skipan á pensiónsøkinum er sera einføld: Pensionistar við føstum bústaði í Føroyum fáa føroyska pensión, meðan pensionistar við føstum bústaði í Danmark, fáa danska pensión.

Sambært tí norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygging fær ein rætt til pensión í landinum har ein hevur búð (undantikin tey árini ein var undir útbúgving) millum 15 og 60 ár, við 1/40 hvørt ár.

Pensiónin verður ikki ávirkað av bústaði uttan so, ein ein flytir út úr EBS-økinum. (Hetta eru ES-londini, EFTA-londini og Sveis).

Pensiónin verður ásett eftir tí verandi støðinum á pensiónini í hvørjum landi sær, tá útgoldið verður. Vegna tess at allar danskar pensiónir í løtuni eru hægri enn tær føroysku, fer eitt skifti til teir norðurlendsku sáttmálarnar at hava við sær, at:


?Pensiónistar, sum búgva í Føroyum, men sum ein part av sínum virkna arbeiðslívi hava búð í Danmark, fara at fáa hægri pensiónir enn teir fáa í dag.

?Pensionistar, sum búgva í Føroyum, men sum ein part av sínum virkna arbeiðslívi hava búð í Grønlandi, fara at fáa hægri pensiónir enn teir fáa í dag.

?Pensionistar, sum búgva í Danmark, men sum ein part av sínum virkna arbeiðslívi hava búð í Føroyum, fara at fáa lægri pensiónir enn teir fáa í dag.

Tað er kortini týdningarmikið at hava í huga, at av tí at danska stjórnin longu politiskt hevur bundið seg til at føroyingar, sum hava búð leingi í Danmark, skulu fáa somu rættindi sum danir, fara tað bert at vera danir, sum í ein part av sínum virkna arbeiðslívi hava búð í Føroyum, ið verða verri fyri enn teir eru í dag. Øll onnur, sum verða ávirkað av skiftinum, verða líka væl ella betri fyri enn tey eru í dag.

Verður økið skipað í trá við teir norðurlendsku sáttmálarnar, fer tað at hava við sær, at munandi upphæddir skulu flytast millum Føroya og Danmarkar, men við verandi pensiónsstøði fer nettoávirkanin á tann føroyska gjaldsjavnan ? eisini uttan tað danska lyftið um at tryggja føroyingum í Danmark somu kor sum dønum ? at vera positiv.

Men við tað at rættiliga nógv hava flutt millum ríkisins partar, fer ein munandi umsiting at standast av skipanini.

Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar.


Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging

Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar.

Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava arbeitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øvugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørtunum.

Tí hava fyrisitingarnar Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni.


Forsorgarhjálp

Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu undir verandi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum.


Boligsikring

Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki.


Familjustyrkur

Verandi skipan hevði hildið fram.

Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum

Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broytingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava beinleiðis týdning.


Arbeiðsmarknaður

Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík undantøk kunnu sum útgangsstøði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv.

Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppihaldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn.

Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipanum. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk.

Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar.


Arbeiðsloysistrygging

Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ?almannaviðurskifti? (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøðuni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini.

Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onnur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur:

Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vikur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipanina).

Í tí danska-føroyska sáttmálanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri føroysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar innan tey síðstu trý árini.

Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett.

Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbeiðsloysistryggingini ? eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum.

Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri serliga og høgt útbúna arbeiðsmegi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribilsarbeiði í Danmark.

Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsitingarliga og í mun til borgararnar.

Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki.


Embætismenn

Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri í stjórnini.

Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu.